Fótbóltur
Kvinnurnar fara undir fyrsta umfarið av fótbóltslandskappingini fríggjadagin. Eftir ætlan skulu tríggir dystir spælast hetta fyrsta umfarið, men tað tykist mest sum greitt, at verkfallið ber við sær, at dysturin millum VB og HB verður útsettur.
Spenningur á Toftum
Hjá teimum liðum, har verkfallið ikki órógvar eins nógv, verður tað kanska serliga spennandi at vita, hvussu leikur fer, tá B68 fær vitjan av KÍ.
KÍ kvinnurnar vóru í fjør nógv tað sterkasta liðið í kappingini, og aftur í ár verða tær mettar sum favorittar. Tær fingu tó ein minni skelk, tá tær í fjórðingsfinaluni í steypakappingini hittu B68. Tvær ferðir í dystinum vóru toftakvinnurnar nevnliga á odda, áðrenn tað móti dystarenda eydnaðist KÍ at vinna dystin. Spurningurin er so, hvørt tað hesa ferð skal eydnast B68 at gera meira við KÍ enn bara at kløkka tær.
Í Havn spælir B36 móti GÍ, og her eru tær á havnarliðnum uttan iva favorittar. B36 vann silvurmerkini í fjør, og í ár tykist liðið ikki vera verri mannað, enn tær vóru í fjør, og tá talan er um dyst móti uppflytarunum úr Gøtu, so skuldu sannlíkindini fyri einum sigri í øllum førum verið stór á pappírinum.
Ein hálvfinala
Umframt hesar dystir, so verður fyrra hálvfinalan í steypakappingini millum KÍ og B36 eisini avgreidd sunnudagin. Upprunaliga var ætlanin, at HB og VB/B71 eisini skuldu avgreiða fyrra dystin sínámillum, men verkfallið hevur viðført , at dysturin millum VB og B71 enn ikki er leiktur, og tí er neyðugt at bíða við hálvfinaluni.