Verkfall: Neyvan nøkur avgerð í nátt

Tað er framvegis eitt tógvið stríð at fáa semju um Strandferðsluna

- Tað er ikki lætt.

 

Tað staðfestir Terje Sigurðsson, semingsmaður fyri eini lítlari løtu síðani.

 

Semingsmenninir eru hava boðsent Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið, til fundar í Deplinum í Skálavík, í eini roynd at finna semju ímillum partarnar so at Strandferðslan ikki verður løgd av verkfalli.

 

Samráðingarnar slitnaðu síðsta hósdag og avleiðingin var, at verkfall varð lýst á Strandferðsluni leygardagin klokkan 17.

 

Fríggjakvøldið varð Løgtingið kallað saman á fund leygardagin á miðdegi at forða fyri verkfallinum.

 

Men seint fríggjakvøldið kom eitt nýtt útspæl frá Fíggjarmálaráðnum, sum aftur gav pørtunum blóð upp á tonnina í royndunum at finna semju

 

Semingsmenninir hildu, at nýggja úrspælið frá Fíggjarmálaráðnum kundi verið eitt brúkligt grundarlag undir víðari samráðingum, og eini semju, og tí boðsendi hann pørtunum á semingsfund í Skálavík í dag.

 

Men tá ið vit fingu orðið á hann fyri løtu síðani var ikki so nógv hent.

 

Og hann væntar heldur ikki, at nakað hendir í nátt, men han ner kortini vónríkur um, at ein semja fer at spyrjast burtur úr.

 

Men hann dugir heldur ikki at siga, hvussu leingi hetta samráðingarumfarið varar.

 

Hinvegin sigur hann, at tey sita til tað er greitt um tað røkkur ella støkkur. Røkkur tað, verður nýggjur sáttmáli skrivaður. Støkkur tað, verður verkfall uttan iva lýst aftur, men tað er at kalla líka so vist, at Løgtingið fer at steðga tí við lóg.

Ósemjan snýr seg um nýggju altjóða hvílireglarnar, sum eru komnar í gildi. Eftir gomlu skipanini skuldi manningin hava hvíld í 70 tímar um vikuna, men eftir nýggju reglunum er hvílitíðin 78 tímar.

 

Fíggjarmálaráðið hevur tvíhildið um, at styttri arbeiðstíð merkir minni í løn, men tað vilja manningarfeløgini ikki góðtaka.