Verkfall á Mallorca órógvar flúgving

Starvsfólk í floghavnini á Mallorca fara í verkfall í morgin, og tað darvar flogferðsluni. Tað eru trygdarstarvsfólkini í floghavnini, sum vilja hava meiri løn, og tey hava boðað frá, at tey fara ikki til arbeiðis í morgin.

Tað kemur flogferðsluni sera illa við, tí leygardagur er vanliga tann stóri ferðardagurin til og frá teirri væl umtóktu frítíðaroynni.

Danska ferðsskrivstovan Star Tour sigur, at umleið 1.600 danir, sum skuldu til ella frá Mallorca í morgin, mugu nú fyrireika seg til seinkingar. Tey, sum eru har og skulu heimaftur í morgin, skulu kortini møta í floghavnini til ásettu tíðina, sigur Star Tour.