500 starvsfólk hjá catering-felagnum Gate Gourmet eru farin í verkfall í Kastrup. Tað eu lønarsamráðingar, sum skapa trupulleikarnar.
Týsdagin niðurløgdu fyrstu 200 starvsfólkini arbeiðið, men mikudagin niðurløgdu dag- og nátttoymini eisini arbeiðið. Tað umfatar kokkar, cateringsstarvsfólk og bilførarar.
Hetta ávirkar allar cateringuppgávur hjá felagnum, og merkir, at hvørki matur ella drekka verður leverað til flogfør, sum flúgva úr Keypmannahavn. Hetta kann í ringasta føri gera, at flogfør verða avlýst.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic sigur tó, at hetta ikki ávirkar Føroya-flúgvingina hjá felagnum.
- Vit flúgva til og úr Føroyum, so vit fáa allar okkara vørur í Føroyum. Tað kann vera, at hetta ávirkar onkrar av charter-uppgávunum hjá okkum, men tað veit eg ikki at siga fyri vissu enn.