Verkfall hjá Strandferðsluni viðgerast í Løgtinginum

Í morgin fer Løgtingið at umrøða spurningin um at Strandferðslan so oftani er hótt av verkfalli

Hví er ongin skipan funnin, so at Strandferðslan er friðað fyri verkfall?

 

Tað er ein spurningur, Løgtingið fer at viðgera í morgin.

 

Tað eru tær báðar tingkvinnurnar, Bjørt Samuelsen og Kristina Háfoss úr Tjóðveldi, sum vilja hava Løgtingið at umrøða málið.

 

Og í hesum sambandi vilja tær eisini hava at vita frá teimum báðum landsstýrismonnunum á økinum, Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, og Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum, hví einki er gjørt fyri at finna eina skipan, sum ger, at Strandferðslan ikki verður løgd av verkfalli.

 

Tær báðar staðfesta, at tað er alt annað enn nøktandi, at 15 prosent av Føroya fólki, sum ikki hevur fast samaband, javnan verða harðari rakt av verkfalli enn restin av landinum, tí at Strandferðslan verður løgd.

 

Tær vísa eisini á, at tvær ferðir í 2011 hevur Løgtingið samtykt, at hetta er ein spurningur, landsstýrið skal gera nakað við.

 

Landssstýrið hevur eisini longu í 2011, greitt Løgtinginum frá, at samráðingar vóru um hesi viðurskifti.

 

Men nú, hálvttriðja ár er farið er eingin loysn funnin og tí vilja tær báðar hava at vita, hvørji ítøkilig stig, landsstýrið hevur tikið fyri at finna eina skipan, sum friðar Strandferðsluna fyri verkfall.

 

Tær vilja eisini hava at vita, hvussu nógvar fundir, landsstýrið havt við fakfeløgini um málið, og, hvørja støðu, fakfeløgini hava?

 

Tær vilja eisini hava at vita, hvussu landsstýrið heldur, málið kann loysast og, hvussu nógv, tað fer at kosta landskassanum.

 

Tær halda eisini, at nú samráðingar eru við feløgini, er tað ein glytur møguleiki at taka hetta upp við fakfeløgini.