Fiskimannafelagið lýsir verkfall frá klokkan seks í morgin árini.
EYKATIÐINDASENDING Á RÁS2 KLOKKAN 18 við formonnunum í Fiskimannafelagnum og Reiðarafelagnum. Tað er greitt, eftir at samráðingarnar ímillum reiðararnar og fiskimannafelagið slitnaði fyri eini løtu síðani.
Tí hevur Fiskimannafelag gjørt av at lýsa verkfall fyri allar limir felagssins frá hósdegnum 13. desember 2007 kl 06:00.
Verkfallið fevnir um allar limir felagssins, sum sigla við skipum, sum hoyra til økið hjá Føroya Reiðarafelag, sigur felagið
Tó er ætlanin at boðsenda semingsmonnunum í kvøld og teir hava heimild til at útseta verkfallið í eina viku.
EYKATÍÐINDASENDING ER Á RÁS2 KLOKKAN 18.
Við í sendingini eru Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, og Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum.