Verkfall: Gera eina semingsroynd afturat í morgin

Men fyribils stendur verkfallið við

Vit skulu boða frá, at Semingsstovnurin í dag hevur innkallað partarnar til seming í morgin, leygardagin 19. juni, Tað boðar pedagogfelagið frá beint nú.

 

Semingsstovnurin setti seg í samband við okkum á middegi, og nevndin hevur boðað Semingsstovninum frá, at vit eru sinnaði at gera enn eina roynd til at finna semju, sigur felagið.

 

– Vit fegnast um, at samráðingarnar nú verða tiknar upp aftur, og vóna, at Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið kemur aftur til borðið við einum vilja at finna semju, ið kann vera við til at loysa tær stóru avbjóðingar, ið eru á námsfrøðiliga økinum, sum tey málbera seg.

 

– Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum hevur tó ikki tikið av okkara áheitan um at steðga sínum álopi á fría samráðingarrættin, og sostatt vil hann ikki taka uppskotið aftur um at skerja verkfallið - og tískil stendur verkfallið við, sigur Pedagogfelagið