Dagfinn Olsen
Í húsum Starvsmannafelagsins er nógv virksemi. Húsini eru sjálvt hjartað í tilrættaleggingini av øllum, ið gongur fyri seg í samband við verkfallið.
Limir felagsins og álitisfólk rokast dúgliga. Nevndin fegnast um, at limirnir eru so virknir og duga so væl at leggja til rættis.
Felagið hevur ikki bert smurt breyð, kaffi og virkisfýsi umhvørvi at bjóða limunum. Á tíðindastovu felagsins, sum tað tíverri ikki eydnaðist at fáa eina mynd av, er nógv virksemi. Felagið hevur fingið heimasíðu á alnótini, har feskastu tíðindini og fráboðanir alla tíðina eru at síggja.
Tað eydnaðist okkum í gjár at treingja ígjøgnum smurda breyði og troyttu blokadufólkini í Starvsmannafelagshúsinum, og fáa orð á formannin Gunnleiv Dalsgarð.
Eisini hann fegnaðist um virknu limirnar, ið hava lagt til rættis verkfallsvirksemið.
Hann vildi á middegi í gjár ikki vátta ella avsanna, at talan verður um samhugaverkafall. Tó bendi mangt á, at hini almennu feløgini fóru at taka undir við Starvsmannafelagnum, og lýsa samhugaverkfall.
Gunnleivur Dalsgarð vildi tó siga so mikið, sum at torført er at vita, um talan er um verkfall ella verkbann, tí báðir partar hava vrakað semingsuppskotið og eru soleiðis komnir út í arbeiðssteðg. Hetta hevur eisini við sær, at ilt er at siga, hjá hvørjum partinum bólturin liggur í løtuni.
Gunnleivur sigur, at tað er reallønarfallið, ið Starvsmannafelagið hevur sett sær fyri at støðga. Útrokningarnar hjá felagnum vísa, at fallið hevur verið eini 4,5%. Skal komast uppundan, so má ein hækking uppá 5% til og fyri at fáa eyga á vøkstur, so má talan verða um eini 6% .
Gunnleivur Dalsgarð heldur tó, at einki løgið er í, um onnur feløg lýsa samhugaverkfall, tí fakfeløgini standa væl saman, og eisini meta onnur feløg óivað stríðið hjá Starvsmannafelagnum, sum part av teirra stríðið fyri bøttum korum.