Verkfall ella ikki: Semingsuppskotið tikið aftur

Verkfall ella ikki: Kunnu ganga nakrir tímar afturat

Semingsmenninir hava nú tikið semingsuppskotið aftur, so tað verður ikki fyribils um greiða fæst á um tað verður verkfall í morgin, ella ikki.

Klokkan 21 í kvøld løgdu Petur Zachariasen og Petur Joensen, semingsuppskot fyri fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Trætan er ímillum fýra fakfeløg, sum eru Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Lærarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin.

Partarnir fingu tveir tímar at svara, men tað gekk ikki sum ætlað.

Ìmeðan eru landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og sakførarin hjá onkrum av fakfeløgunum komin á staðið, so ein ávísur røringur er í.

Men eftir at hava tosað við partarnar, hava semingsmenninir nú gjørt av at taka semingsuppskotið aftur.

Orsøkin er, at tað eru nakrar ”krúllur”, sum skulu lagast til, sum teir málbóru seg.

Hvussu long tíð fer at ganga, er óvist, men hálv náttin kann saktans ganga, áðrenn nøkur avgerð verður tikin.

Hvat tað er, sum skal lagast til, vil ongin siga.

Á myndini stendur annars semingsmaðurin, Petur Zachariasen, og greiðir frá.