Verkafólk: Blokadan brotin men betongið spilt

Í allan dag hava verkafólk staðið verkfalsvakt á Hjalla og hava forða fyri, at blandibilar sluppu at taka upp verkfalsrakt betongarbeiði.

Verkafólk skriva, at um 13 tíðina eydnaðist einum bilførara at bróta blokaduna.

 

– Meðan verkfalsvaktirnir royndu at forða fyri, at hann tók upp verkfalsrakt arbeiði, koyrdi bilførarin beint inn í mannamúgvuna. Lukkutíð fingu verkfalsvaktirnir flutt seg, skriva Verkafólk.

 

– Betongið í bilinum var tó longu spilt, og varð beint burtur á Gomlu Rætt, so blokadan hevur tænt sínum endamáli.

 

Feløgini hava sjálvandi fráboðað málið til løgregluna, skriva arbeiðarafeløgini.