Verkafólkið bjóðar vinnuni av

Samtak er nýggjur internetportalur við kunning, tíðindum og sjónarmiðum, sum feløgini hjá 9000 løntakarum hava tikið stig til.
– Vit hava leingi havt tørv á einum felags málgagni, so arbeiðsgevarin ikki einsamallur sleppur at seta alla dagsskránna, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.

Á tíðindafundi í hølum Havnar Arbeiðsmannafelags í morgun greiddu tey trý feløgini Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Fiskimannafelag frá um nýggja portalin.
- Tað er ein sannroynd, at arbeiðarafeløgini eru ikki nóg sjónlig. Arbeiðsgevarasíðan hevur alt ov nógv rásarúm í almenna rúminum, og tí skulu vit sjálvsagt eisini seta dagsskránna, og fáa okkara sjónarmið betur fram, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.

Gagnnýta orkuna
Endamálið við portalinum er at bera tíðindi og sjónarmið hvørja viku umframt at varpa ljós á útvald evni. Harumframt ber til at finna upplýsingar um fakfeløgini, arbeiðsmarknað og rættindi hjá løntakarum.
- Fakfeløgini hava nógv felags áhugamál at virka fyri, tí er samstarv sjálvsagt, segði Sonja Jógvansdóttir, kunningarfólk og samskipari av tiltakinum.
Ætlanin er, at portalurin skal varpa ljós á serlig evni, sum viðkoma limunum og samfelagnum sum heild. Eitt nú at varpa ljós á ALS, javnstøðu, lutfalsliga fátækradømi, arbeiðsmarknaðarlógir og trygd á arbeiðsplássum á landi og sjógvi.
- Hetta eru øki, sum feløgini hvør í sínum lagi hava alt ov lítla orku til at taka upp og viðgera tey út í æsir, segði Sonja Jógvansdóttir.
- Samtak vendir sær bæði til limirnar, almenningin og miðlarnar sum heild. Harumframt er portalurin eitt kunningaramboð, har fólk eitt nú kunna leita sær vitan um sáttmálar, rættindi, um lógir og ymisk evni, ið eru tengd at arbeiðslívinum, segði Sonja Jógvansdóttir á tíðindafundinum.

Mugu standa saman
Ingeborg Vinther staðfestir, at tað rætta var, at allur arbeiðsmarknaðurin hevði eitt felags sekretariat við kunningarfólki, løgfrøðiligari ráðgeving og umsiting, sum er felags fyri allan arbeiðsmarknaðin, bæði privata og almenna. Nakað sum danska Arbejdsmarkedets Erhvervsråd, og sum frálíður: eitt føroyskt LO.
- Ongin ivi er um, at arbeiðsgevararnir standa saman. Tað gongur ikki vika, uttan at heimasíðan hjá Vinnuhúsinum setir dagsskránna. Nú koma vit eisini uppí leikin. Tað sum drepur føroysku fakfelagsrørsluna er, at vit standa ov spjødd og soleiðis vikna, segði Ingeborg.
Eisini vísti hon á, at nú samfelagsliga menningin gongur við rúkandi ferð, verða alt færri ófaklærdir arbeiðarar.
- Sjálvsagt verða feløgini veikari, tess færri limirnir eru. So tíðin krevur at vit samstarva og stuðla hvørjum øðrum, segði Ingeborg á tíðindafundinum í morgun.

Øll eru vælkomin
Sambært Hans S. B Joensen, formaður Havnar Arbeiðsmannafelag, er ætlanin ikki, at Samtak skal avloysa fakfeløgini.
- Tvørturímóti skal Samtak arbeiða á yvirskipaðum stigi og taka viðkomandi arbeiðsmarknaðarspurningar upp, sigur hann, og vísir á, at hini arbeiðarafeløgini eru boðin við í samstarvið, men hava ikki tikið stig enn.
- Okkurt bendir á, at Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag er á veg upp í samstarvið, meðan tey bæði kvinnufeløgini ikki hava tikið støðu enn, sigur hann.
Spurdur, um hetta er eitt stig á leiðini, at fáa í lag betri samstarv millum fakfeløgini, sigur Jan Højgaard, nývaldi formaðurin í Fiskimannafelagnum, at tað hevur stóran týdning fyri teirra felag.
- Vón okkara er, at vit eisini kunnu samstarva um pensjónina og um tryggingarskipanir.
Øll trý eru tey samd um at øll feløg eru vælkomin við í samstarvið, eisini tey á almenna arbeiðsmarknaðinum.
Portalurin er at finna á www.samtak.fo

--

Myndatekstur:
Búmerki myndar eina ketu, sum er ímynd fyri samanhaldi og smidleika. Samstundis gevur spíska skapið kensluna av fjøllum ella einum fiski. Tað vísir bæði til landslagið og høvuðsvinnuna í Føroyum. Litirnir eru blátt og appilsingult. Blái liturin eyðkennir havið um Føroyar, og tann appilsinguli liturin eyðkennir varskó - í hesum føri kravið um at verða hoyrdur. Navnamerkið er sett við sterkum og eitt sindur kantutum skriftslag, sum um somu tíð tykist álvarslig og nútímans. Sansir hevur gjørt búmerki.