Fríggjadagin hevði Arbeiðsloysisskipanin ársfund í hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð í Havn. Seinast, ein slíkur fundur var, var í 199.
- Eingin ársfundur sum hesin hevur verið síðani, og vit hildu, at nú skuldu vit royna at hava ein ársfund, har politikarar, fakfeløg, arbeiðsgevar og onnur áhugað kundu fáa kunning um alt tað, sum gongur fyri seg innan økið júst nú, sigur Magni á Deild Olsen, sum er stjóri í ALS.
Okkurt um 100 fólk vóru á fundinum.
- Endamálið við fundinum var at kunna um ALS, greiða frá hvussu støðan er í løtuni, og hvat tað er, vit gera, sigur Magni á Deild Olsen, sum fegnast um undirtøkuna, sum fundurin fekk.
- Uppmøtingin var góð, men eg kundi hugsað mær, at fleiri arbeiðsgevarar vóru til staðar, tí teir hava ein stóran leiklut í tí arbeiðinum, sum ALS ger.
Fegnast um verkætlanirnar
Ein partur av ársfundinum snúði seg um tær verkætlanirnar, sum ALS skipar fyri.
- Tað eru ikki øll, sum vita, hvat tað er vit gera, og hvussu tær ymsu verkætlanirnar ganga fyri seg, og tískil vildu vit nýta høvið á ársfundinum at fortelja um júst henda partin av okkara arbeiði, sigur Magni á Deild Olsen.
Síðani Magni á Deild Olsen tók við sum stjóri í februar mánaði hevur stovnurin gjørt nógv burturúr førleikamenning og aktivering.
- Vit skulu ikki bara gjalda pening út til tey arbeiðsleysu, men í størri mun kunna okkum um, hvør tørvurin er hjá arbeiðsgevarunum kring landið. Á henda hátt kunnu vit virka fyri, at fólk við røttum førleikum eru tøk, tá arbeiðsgevarar hava tørv á teimum, sigur Magni á Deild Olsen.
Fyri hann er tað týdningarmikið, at verkætlanirnar við aktivering, sum ALS skipar fyri, peika sama veg, sum tørvurin hjá arbeiðsgevarunum.
- Aktiveringin tekur støði í evnunum og ynskjunum hjá tí einstaka. Tey sleppa at menna teirra fakligu og sosialu førleikar, tey skulu uppliva nakað og kenna seg sum partur av samfelagnum, greiðir Magni á Deild Olsen frá.
Sambært honum hava verkætlanirnar higartil verið úrslitagóðar.
- Hesin leisturin við verkætlanum riggar væl, tí ein stórur partur av teimum fólkunum, sum hava verið partur av okkara verkætlanum, eru farin til arbeiðis, sigur Magni á Deild Olsen og heldur fram:
- Tað, sum verkætlanirnar skulu, er fyrst og fremst at fáa fólkini at koma út millum onnur og gera okkurt samfelagsgagnligt arbeiði. Tað vísir seg, at tað, at vera úti millum onnur, hevur stóra ávirkan á tann einstaka. Undir verkætlanunum kunnu hesi fólkini skapa eitt nýt netverk, og ALS fær eisini eina fatan av, hvussu tey eru, og hvat arbeiði hóskar best til teirra, greiðir Magni á Deild Olsen frá.
Arbeiðsloysi minkar spakuliga
Á ársfundinum í Østrøm bleiv eisini greitt frá støðuni hjá ALS og teimum avbjóðingunum, sum stovnurin hevur fyri framman.
- Vit kunnu gleðast um, at arbeiðsloysi liggur rættiliga støðugt. Seinastu árini hevur talið av arbeiðsleysum føroyingum minka spakuliga, og í løtuni eru umleið 1200 fólk, sum fáa stuðul úr skipanini, sigur Magni á Deild Olsen og vísir á, at arbeiðsloysi ð í Føroyum er lágt samanborið við londini rundan um okkum.
Komandi tíðina fer stovnurin at halda fram við verkætlanum, sum fáa tey arbeiðsleysu í aktivering.
- Verkætlanirnar rigga, so teimum halda vit fram við. Í næstum fara vit undir at samskipa innsavnan og tilvirkan av ull í Kollafirði, og tann verkætlanini heldur fram til miðjan august, sigur Magni á Deild Olsen.
Búkapurin er avbjóðingin
Stóra avbjóðingin hjá stovninum er framvegis at fáa búskapin at hanga saman, tí ALS hevur eitt hall á 77 milliónir krónur.
- Vit arbeiða framvegis við at fáa raksturin á røttu kós, tí um fýra ár eru eingir pengar eftir í kassanum. Sum nú er ber skipanin eini 800 fólk, men tað í løtuni eru 1200 fólk í skipanini, sigur Magni á Deild Olsen.
Tískil er tankin um at gera broytingar í inngjaldi og útgjaldi heldur ikki heilt fjarur.
- Ein máti er at hækka inngjaldið, men tað er ikki óhugsandi at neyðugt verður at hyggja at útgjaldsviðurskiftunum eisini. Útgjaldið er ikki høgt í mun til livikostnaðin í Føroyum, og hjá fleiri er útgjaldið ov lágt. Líka mikið, hvussu vit gera við útgjaldið, nú tá tað skal sparast, skal tað altíð vera soleiðis, at tað skal loysa seg at arbeiða. Soleiðis skal skipanin verða sett saman, sigur Magni á Deild Olsen.