Verkætlanin virkaði meira óverulig

- Eysturoyartunnilin kemur helst at vísa seg at verða ein góð útbygging fyri samferðslukervið, sigur stjórin í PrimaFisk.

 

 

Ætlar tú tær at ein túr gjøgnum Eysturoyartunnilin í dag?

- Ja, eg ætli mær ein túr skjótast gjørligt, kanska longu í dag.

Tað sigur Jan Erlingsson Petersen, stjóri í PrimaFisk í Leirvík.

Hvat heldur tú um hesa útbygging av vegakervinum? 

- Hetta er ein spennandi verkætlan, sum virkaði meira óverulig enn, tá Norðoyatunnilin kom, og eg sum klaksvíkingur í Leirvík kundi fara ein gongutúr til Klaksvíkar. Um hetta er ein alneyðug útbygging, kann diskuterast, men Eysturoyartunnilin kemur helst at vísa seg at verða ein góð útbygging fyri samferðslukervið. 

Kann tað hugsast, at tú fert at brúka Eysturoyartunnilin sum farleið?

- Ja, eg fari avgjørt at brúka hesa farleið. Eg eri ofta fleiri túrar í Runavík um vikuna, og tá eg hugsi um, hvussu stutt tað nú er til Havnar eitt ørindi, vænti eg, at hetta meira enn so fer at koma fyri, sigur Jan Erlingsson Petersen.