Rólant Waag Dam
Bjarni Djurholm harmast almikið um, at kostnaðarmetingin fyri byggingina av nýggja skúladeplinum í Marknagili ikki heldur.
- Tað er ótrúliga harmiligt, at metingin ikki heldur, tí hetta skapar trupulleikar fyri politisku skipanina. Sum er tyngir játtanin nógv fíggjarliga. So mikið nógv, at tað ikki verður møguligt at gera nevniverdar íløgur næstu árini, tí rinda verður við kassa eitt. Fíggjarliga er málið tambað so nógv sum til ber longu nú, ger formaðurin í mentanarnevnd løgtingsins greitt.
Óvirðiligar umstøður
Við hesum formansleikluti er tað Bjarni Djurholm, sum varðar av skúlaøkinum og skal virka fyri, at landsins skúlar hava best hugsandi umstøður og íløgur verða gjørdar á økinum. Og Bjarni Djurholm ásannar, at miðnámsskúlaútbúgvingarnar í høvuðsstaðnum ikki hava best hugsandi umstøður.
- Í Hoydølum og serliga Tekniska skúla er støðan kaotisk. Tað hevur tað verið í so langa tíð, og tað kann ikki halda fram. Tí skal verkætlanin fremjast, hóast tað politiskt ikki ber til at seta fleiri pengar av til hana, sigur Bjarni Djurholm og endurtekur, at umstøðurnar hjá miðnámsskúlunum mugu bøtast og broytast.
rolant@sosialurin.fo