Aftur í ár skipar bituff fyri einari spennandi ráðstevnu fyri verkætlanarleiðarar og fólki annars, sum arbeiða við verkætlanum í fyritøkum og stovnum. Evnið á Verkætlanardegnum í ár, sum er fríggjadagin 23. mars frá klokkan 9-17, er agil verkætlanarleiðsla, sum tað verður rópt.
- Miðskeiðis í áttatiárunum kom smidlig - ella agil - verkætlanarleiðsla fram fyri fyrstu ferð á ein skipaðan hátt. Smidligi leisturin varð mentur í KT-vinnuni, tí KT-vinnan upplivdi, at teirra verkætlanir kiksaðu oftari, enn tær riggaðu. Eingin ivi var tí um, at gongdin mátti vendast. Svarið funnu KT-fólkini eitt nú í ikki at leggja so langar og neyvar ætlanir. Hetta hava vit, sum arbeiða við verkætlanarleiðslu í øllum møguligum øðrum vinnum og fakøkjum, fingið ágóðan av.
Hjá bituff.com, sum skipa fyri tiltakinum, vísa tey á, at øll hava brúk fyri smidleika. Annars er tað ein sterk siðvenja innan verkætlanarleiðslu at leggja langar og neyvar ætlanir fyri verkætlanararbeiði frá byrjan til enda.
- Gjøgnum tíðirnar er ómetaliga nógv tíð og orka brúkt uppá at leggja ætlanir heilt niður í smálutir. Endamálið er at rokna tað heila út, áðrenn verkætlanin yvirhøvur er komin í gongd. Í einstøkum verkætlanum er hetta gjørligt, men ein vansi við hesari tilgongd kann vera, at ætlanin ikki altíð heldur.
bituff.com vísir á, at nógv, ið hava arbeitt við verkætlanum, kenna júst hetta, at mongum brestur ætlan. Í smidligari verkætlanarleiðslu leggur tú upp fyri fyri júst hesum og væntar, at tingini sjálvandi fara at broytast.
- Í stuttum kann smidliga arbeiðsgongdina lýsast soleiðis: 1. Finn út av, hvat títt útgangsstøðið “A” er. 2. Finn út av, hvar tú ynskir at enda “B”. Ger so eina ætlan um minsta fetið, tú kanst taka fyri at koma nærri “B” og set í gongd. Endurskoða so ætlanina, tá tú hevur arbeitt eitt skifti, og so endurtekur tú gongdina, til tú ert komin endaliga á mál “B”.
Hjá bituff.com vísa tey á, at royndirnar við smidliga leistinum eru ótrúliga positivar.
- Jeff Sutherland, sum er ein av upprunamonnunum til smidliga leistin Scrum, er kendur fyri at siga, at Scrum gjørt á rættan hátt betrar tínar verkætlanir við 400 prosentum. Kanska smílist tú og hugsar, at hetta er stórlæti, men kom til Verkætlanardagin 2018, sum verður í hølunum hjá Starvsmannafelagnum í Havn og finn út av, um hetta er nakað, tú kanst fáa gleði av í tínum verkætlanum.
Á skránni fyri Verkætlanardagin 2018 eru bæði føroyskir og danskir røðarar, sum hava royndir innan ástøði og arbeiði við smidligari verkætlanarleiðslu. Evsta mál fyri dagin er, at øll, ið koma til Verkætlanardagin, skulu fáa innlit í grundhugsan og amboð og fáa íblástur til at byrja ella arbeiða víðari við smidligari verkætlanarleiðslu.
- Verkætlanardagurin er ætlaður verkætlanarleiðarum hjá tí almenna og í vinnulívinum, umframt øllum teimum, ið hava áhuga fyri verkætlanarleiðslu ella eru tilknýtt eini verkætlan - uttan mun til vitanarstøði, royndir ella starvsøki, siga tey hjá bituff.com