Fyri góðum ári síðani var so smátt farið undir tað, sum vanliga verður nevnt Nólsoyarverkætlanin. Henda ætlan snýr seg í stuttum um, at gera eina royndarverkætlan, har Nólsoy verður sjálvforsýnandi við varandi orku.
Hetta skal gerast við at seta vindmyllur upp í oynni, sum síðani skulu framleiða streym og hita til húsarhaldini. Avlopið skal gerast um til vetni, sum skal vera til at taka, tá ov lítil vindur er at framleiða streym.
Vindmátingar hava verið gjørdar í eitt gott ár, men hesar kanningar skulu halda fram í eina tíð enn. Higartil hevur tað fyrst og fremst verið Jarðfeingi, sum saman við áhugafelagnum Nólsoyar Orkufelag, hava verið tengt at verkætlanini, men meiningin hevur alla tíðina verið at fingið vinnuligar aktørar við í myndina, ikki minst fíggjarliga.
Og nú er hetta málið nátt.
Útlendsk feløg
Jarðfeingi hevur havt samráðingar við útlendsk feløg, og nú er so ein verkætlanarbólkur settur á stovn. Umframt lokalar kreftir umfatar bólkurin Norsk Hydro, Statoil og týsku vindmyllufyritøkuna Enercon.
Hesin bólkurin skal standa fyri víðari kanningum við tí endamáli, at lýsa tøkniligu- og vinnuligu møguleikarnar umframt umhvørvið í sambandi við royndarverki í Nólsoy.
Landsstýrismaðurin í Vinnumálum er sjálvur ógvuliga áhugaður í verkætlanini um Nólsoy sum grøna oyggj, og hann vil á ongan hátt undirmeta tann týdning, hendan verkætlanin kann fáa.
Týdningurin av Nólsoyarverkætlanini kann ikki yvirmetast. Eydnast ætlanin væl, kann hon gerast ein fyrimynd fyri bæði okkum her heima í Føroyum, og fyri alheimssamfelagið sum heild, tí talan er um varandi orku, ið fer sera væl við umhvørvinum, sigur Bjarni Djurholm.










