Heimaforbundið er kvinnufelagsskapur Frelsunarhersins, og er hesin felagsskapur ein av heimsins størstu. Frelsunarherurin arbeiðir í 108 londum og hesa vikuna stílar felagsskapurin fyri missiónssamkomu, har innsavning er til verkætlan um vatn til landsbygdina Xetonox í Guatimala.
Veruleikin er at hvørt menniskja dagliga tørvar 25-40 litrar av vatni. Í Noregi til dømis er ein sonn ovurnýtsla av vatni. Hvør borgari brúkar um 200 litrar um døgnið. Reint vatn er ein sjálv-fylgja fyri okkum, samstundis sum veruleikin er at 1/6 av heimsins íbúgvum ikki hava møguleika til reinan vatnsdropa.
Í landsbygdini Xetonox ganga tey 4 km eftir vatni. Sannleikin er, at tað eru børn og kvinnur, ið dagliga bera vatn. Tað er tí lætt at skilja, at tað verður sonn broyting, ið hendir, tá vatnleiðing verður løgd frá kelduni og inn í landsbygdina. Vit ynskj at innsavningin skal lætta um byrðuna hjá hvørjum íbúgva. Verkætlanin er góð langtíðar peningaíløga.
Frelsunarherurin í Guatimala hevur lýst verkætlanina út í æsir ´æi samarbeiði við myndugleikum bygdarinnar. Framtíðarætlanin er, at vatnleiðingin skal víðkast til tvær grannabygdir. Vit eru sannførd um, at verkætlanin verður til gleði fyri mong, so at framtíð teirra verður ljósari.
Í Frelsunarherinum í Havn verður almenn samkoma hóskvøldið 19. februar kl. 20.00. Sangkórið Sólarmagn av Velbastað syngur og major Njál Djurhuus greiðir frá verkætlanini og arbeiði Frelsunarhersins. Bæði menn og kvinnur eru vælkomin.