Verjuspælari hjá KÍ takkar fyri seg

Betri deildin menn: Norðlýsið skrivar, at Jesper Brinck hevur takkað fyri seg í KÍ

Norðlýsið skrivar, at Jesper Brinck hevur takkað fyri seg í KÍ. 33 ára gamli miðverjin hevur spælt við KÍ síðani 2019. Í eina tíð hevur ljóðað, at hann møguliga ikki heldur fram hjá føroyameistarunum.

 

Nú hevur Norðlýsið skrivað, at fjølbroytti verjuspælarin, sum hevur spælt yvir alla verjuketuna, flytur aftur til Danmarkar.

 

- Frammanundan er greitt, at KÍ missir Dmytro Lytvyn, Valerijs Sabala og Meinhardt P. Joensen. Einasta ivamálið sum annars er eftir er málverjin, Mathias Rosenørn. At hann ikki takkaði fyri seg í dag er kanska tekin um, at tað er góður møguleiki fyri, at hann heldur fram, skrivar Norðlýsið í dag.

 

FM vann FM í stórum stíli, men tapti steypafinaluna móti Víkingi í gjár. Jesper Brinck fekk seinastu minuttirnar, men tað var ikki nokk til at venda gongdini í dystinum.