Verjuspælari hevur brotið hondina

Hjá EB/Streymi er framrættaður lyklaspælari liðbandsskaddur í knænum

Tað eru Europa og niðurflyting, sum eru á skrá, tá ið EB/Streymur í næstsíðsta heimadystinum við Margáir á hesum sinni fær vitjan av 07 Vestur.

 

EB/Streymur hevur betri møguleika nú at røkka europeiska luttøku, enn teir við Margáir høvdu, tá ið teir fyri tveimum vikum síðani spældu 1-1 á heimavølli ímóti AB. Tað kemst av, at B36, sum EB/Streymur kappast við um rættin næsta summar at spæla í Europa, fríggjadagin á skrivaraborðinum misti trý stig.

 

Umframt á heimavølli ímóti 07 Vestur er skráin hjá EB/Streymi Skála (ú), KÍ (h) og Víkingur (ú).

 

Hjá EB/Streymi er miðverjin og liðformaðurin Andras Ó. Olsen tøkur aftur eftir leikbann. Tað kemur illa við, at Jay Andersen er liðbandsskaddur í knænum og tískil ikki er førur fyri at spæla.

 

Hóast 07 Vestur er á sætta plássi, so er 07 Vestur framvegis í vanda fyri at flyta niður, tí tað eru bara tvey stig til pláss undir strikuni. Umframt á útivølli ímóti EB/Streymi er skráin hjá 07 Vestur B36 (h), Skála (ú) og AB (h).

 

Hjá 07 Vestur er verjuspælarin Ári Arge ikki tøkur, tí hann hevur brotið hondina. Tað er ivasamt, um tríggir spælarar eru nóg birgir at spæla – Jasper Van Der Heyden, Janus Svabo Samuelsen og Teitur Olsen. Hákun Edmundsson og Dann Fróðason eru langtíðarskaddir.