Tveir av verjustuðlunum hjá føroyska landsliðnum verða ikki við í næsta EM-dystinum. Tað hevur leingi verið greitt, at liðformaðurin, Óli Johannesen, er leikbannaður til dystin ímóti Litava, og nú hevur Jón Rói Jacobsen fingið skaða í fótin og kann ikki spæla.
Landsliðsvenjarin Jógvan Martin Olsen hevur áður útrópt Fróða Benjaminsen til nýggja verjugeneralin, og B36-spælarin er tøkur til dystin. Atli Danielsen hevur fleiri ferðir spælt í miðverjuni hjá Føroyum, og hann er ein møguligur makkari hjá Fróða til dystin mikudagin.
Samstundis verður tað so alt meira greitt, at antin Jákup á Borg ella Christian Høgni Jacobsen mugu røkja eitt av bakkplássunum, tí landsliðsvenjarin tók fáar verjuspælarar út til hópin, men Jógvan Martin hevur nú eisini møguleikan at taka ein nýggjan verjuspælara út fyri Jón Róa.