Verjuspælararnir hava skora

Sísðtu vikuna hava bæði Óli Johannesen og Øssur Hansen skorað mál í næstbestu deildini í Danmark

 

ÚTISETAR


Tað hevur verið mett at vera eitt sindur tunnligt har frammi á landsliðnum, sum hósmorgunin fer undir fyrireikingarnar til spennandi landsdystirnar á heimavølli ímóti Luksemburg og Russlandi.

Ofta verður tikið til orðatakið, at tá neyðin er størst, er hjálpin næst. Í hesum sambandi verður sipað til, at tveir av útisetunum á landsliðnum, sum ikki beinleiðis kunnu roknast sum álopsspælarar, tað síðstu lítlu vikuna hava skorað í næstbestu deildini í Danmark.


Sigursleysir

Óli Johannesen hevur seinastu vikurnar skorað tvey mál fyri Hvidovre. Tað fyrra skoraði hann, tá teir á útivølli í Skive spældu 2?2, og tað seinna skoraði hann mikukvøldið, tá Hvidovre hevði vitjan av grannunum úr Frem. Eisini tann dysturin endaði 2?2.

Hetta eru tey bæði fyrstu málini hjá Óla í ár. Í fjør skoraði hann eitt mál fyri Hvidovre. Tað var í tí dystinum, at hann eisini var so óheppin at gera sjálvmál.

Hvidovre hevur stórar ætlanir, men tey fyrstu umførini hevur tað gingið striltið. Teir hava bara megnað tríggjar javnleikir, hava tapt tvær ferðir, og teir hava ongantíð vunnið.

? Vit hava fleiri ferðir verið sera óhepnir. Eitt nú mikukvøldið, tá vit spældu ímóti Frem. Hóast Frem er oddalið, og vit ikki liggja væl fyri, so vóru vit greitt omaná, greiðir Óli Johannesen frá.

Tað var ikki fyrr enn í evstu løtu, at Hvidovre javnaði til 2?2. Óli Johannesen var málskjútti.

? Eg fekk boð um at fara fram, tá fimm minuttir vóru eftir. Eg haldi, at eg bara nart við bóltin eina ferð, og tað var, tá eg skoraði til 2?2.

Sunnudagin var Hvidovre og vitjaði í fyrrverandi Føroya liðnum Herfølge. Tað endaði málleyst.

? Eg má siga, at vit vóru sera hepnir. Eg haldi, at vit høvdu tvær royndir ímóti málinum, meðan teir høvdu eina rúgvu av málmøguleikum. Men málverjin hjá okkum, Steffen Andersen, sum er málverji á danska U?21 landsliðnum, bjargaði okkum undan tapi, sigur Óli Johannesen.


Øssur á talvuna

Omanfyri søgdu vit, at tað vóru verjuspælarar, sum skoraðu. Tað er kanska ikki rætt at siga, at Øssur Hansen er verjuspælari. Men á landsliðnum hevur hann havt verjukendan leiklut í vinstru, og í B93 er hann ytstur á miðvøllinum í vinstru.

Sunnudagin skoraði Øssur Hansen fyri fyrstu ferð fyri B93. Teir vóru í Odense og spældu ímóti B1909, sum eftir fleiri ár í aldudalinum nú hevur ætlanir um at stríða seg uppaftur og harvið at taka kappingina upp aftur við OB.

Men ímóti B93 fekk B1909 ein orduligan undir vangan. B93 vann 7?1, og Øssur Hansen skoraði fyrsta málið. Hetta var fyrsta málið, sum Øssur hevur skorað, síðani hann kom til Keypmannahavnar.