Verjuskipini undir Føroyum og Grønlandi nýggjar tyrlur

Nú skal danska sjóverjan hava nýggjar tyrlur til verjuskipini undir Føroyum og Grønlandi.

Tað boðar danska verjan frá í dag.

Gomlu Lynx tyrlurnar verða settar og ístaðin skulu skipini hava nýggjar MH-606 Seahawk tyrlur, sum verða mettar at halda í 30 ár.

Tær fyrstu tyrlurnar koma í 2016, tá ið tríggjar tær fyrstu tyrlurnar verða handaðar sjóverjuni og seinni koma so seks afturat.

Hetta fer at bøta munandi um umstøðurnar, bæði undir Føroyum, undir Grønlandi og á pólleiðunum, sigur danska sjóverjan.

Hesar tyrlurnar kunnu flúgva tvær ferðir so langt sum Lynx tyrlurnar í bjargingarørindum og tær orka eisini at lyfta munandi meiri. Steen Ulrich, oberstur í danska herinum, sigur við TV2, at Lynx tyrlan kann flúgva í tveir tímar, men hendan nýggja tyrlan kann flúgva fýra tímar, og tað fer at bjarga mannalívum, sigur hann.