Ein dystur verður í Effo-deildini í kvøld. Talan er um útsetta dystin millum NSÍ og Víking, sum skuldi verið spældur fyrr í ár. Bæði liðini hava brúk fyri trimuum stig. NSÍ í stríðnum um Evropa League luttøku, og Víkingur fyri at leggja trýst á HB á øðrum plássi.
Jens út – Pól Jóhannus og Jann Martin inn
Fyri NSÍ kemur tað illa við, at Jens Joensen situr uttanfyri vegna leikbann. Hann fekk sítt fimta gula kort móti AB sunnudagin. Hinvegin, so verða bæði Pól Jóhannus Justinussen og Jann Martin Mortensen við aftur, eftir at teir hava sitið sítt leikbann.
Les eisini: Klæmint kann taka Una og Súna Fríða
Her kann væntast, at Pól Jóhannus Justinussen kemur í miðverjuna fyri Jens Joensen, meðan Jann Martin Mortensen kemur inn á framrættaða miðvøllin.
In.fo gitar: NSÍ(4-2-3-1)
Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Monrad H. Jacobsen, Pól Jóhannus Justinussen, Einar Tróndargjógv – Magnus H. Olsen, Sjúrður Olsen(ella Justinus R. Hansen) – Andy Olsen, Jann Martin Mortensen, Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen
Allir uttan Atli eru við
Fyri Víking er liðskiparin, Atli Gregersen, eisini uttanfyri vegna ov nógv gul kort. Hann fekk somuleiðis sítt fimta gula kort í farna vikuskiftið. Annars eru allir mans tøkir.
Hetta merkir helst, at Súni Olsen endar í miðverjuni, meðan Sølvi Vatnhamar verður fluttur av vonginum aftur á miðvøllin. Síðani ein nýggur inn á vongin. Her er hugsandi, at Heðin Hansen verður við frá byrjan, eftir at hann sat uttanfyri sunnudagin móti B36.
In.fo gitar: Víkingur (4-3-3)
Geza Turi – Bárður Hansen, Súni Olsen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus, Hallur Hansson – Filip Djordjevic, Heðin Hansen, Finnur Justinussen
Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum, sum verður í Runavík. Dysturin byrjar klokkan 18. Rás byrjar at senda aftaná tíðindini klokkan 17.