Verjuparturin var farin í vetrarfrí

Áskoðararnir sóu ellivu mál í Klaksvík, har báðir partar løgdu stóran dent á álopspartin, meðan tað varð hugsað minni um at verja

KÍ-NSÍ

Tað vóru nógv høvi til lógvabrestir í heystarkuldanum í góðveðrinum í Klaksvík leygardagin. NSÍ vitjaði, og sum so ofta seinnu árini, so fóru teir svørtu og gulu avstað við øllum stigunum úr Klaksvík.
Talan var avgjørt ikki um taktiskar bindingar. Verjurnar vóru sum opnahjallar, og báðir partar hugsaðu nógv um at leypa á. Klaksvíkingar vóru fyri fyrstu ferð í nógvar vikur leysir av niðurflytingar hóttanini, og eftiransingarnar munnu hjá báðum pørtum ofta hava verið betri, enn tær vóru hesa ferð.
NSÍ vann 6-5. Eina løtu kring steðgin, tá ið NSÍ í átta minuttir økti frá 3-2 og til 6-2, tóktist talan fara at gerast um rættuligt skrædl. Men tá ið NSÍ miðskeiðis í 2. hálvleiki hevði skift báðar vongverjarnar út, var tað um reppið, at heimaliðið kom afturíaftur. Í níggju minuttir fingu teir trý mál, og síðsta korterið reið um snarið. KÍ royndi at leggja trýst á fyri at javna, og NSÍ hevði í fleiri snarálopum góðar málmøguleikar móti ikki serliga væl mannaðu KÍ verjuni.
Størsti spenningurin var kanska, um tað fór at eydnast Christian Høgna Jacosben at staðfesta sína støðu sum toppskjútti. Undan síðsta umfarinum vóru NSÍ málrevurin og Sorin Anghel hjá EB/Streymi borð um borð við sekstan málum í part. Christian Høgni skoraði tvær ferðir í Klaksvík, og tað fegnaðust liðfelagarnir hjá honum og NSÍ áskoðararnir nógv um.
Eisini Hjalgrím Elttør hjá KÍ segði sannførandi farvæl, eftir at tað leingi ikki gekk nakað serligt hjá honum fyrr í hesum kappingarárinum. Hjalgrím skoraði trý at KÍ málunum.

Málini
Tá ið ellivu mál verða skorað í einum og sama dysti, so sigur tað seg næstan sjálvt, at talan eisini verður um góð og væl spæld mál. Men tað er næstan eisini sjálvfylgja, at í fleiri førum verður talan um støður, tá ið verjan og málverjarnir kanska kunnu taka ábyrgd á seg.
Dánial Hansen, sum hesa ferð var sentralur miðvallari, setti hol á, tá ið eitt korter var farið. Eftir innlegg úr høgru stútaði hann móti málinum. Meinhardt Joensen hálvbjargaði, og Dánial var fyrstur á returbóltinum.
Hjalgrím Elttør javnaði til 1-1 átta minuttir eftir NSÍ leiðslumálið. Hann rak upp á tvørs kring brotsteigarmarkið, og tá ið hann royndi móti málinum, tók bólturin í verjuspælara og sigldi í boga omanfyri Jens Martin Knudsen.
Síðstu seks minuttirnar av fyrra umfarinum komu fýra mál. Christian Høgni Jacobsen legði NSÍ framum 2-1, eftir at KÍ hevði havt horna. NSÍ toppskjúttin var einsamallur móti tveimum klaksvíkingum, sum hann megnaði at sneiða framvið, áðrenn hann við vinstra beini sendi flatt í málið.
Í minuttinum aftaná økti Jónstein Petersen, sum so at siga á hvørjum ári skorar mál móti KÍ, hóast hann annars ikki fær so nógv mál, til 3-1. Eftir langt skifti úr høgru datt bólturin niður aftanfyri KÍ verjuna, Jónstein tamdi bóltin í brotsteigin, smekkaði til, málverjin hálvbjargaði, og NSÍ miðvallarin í vinstru var sjálvur fyrstur á returbóltinum.
So var 3-1. Í síðsta minuttinum av vanligum leiktíðini minkaði Ovi Nysted við stútara við handara stólpan um munin til 3-2, eftir at innlegg var komið innfyri úr vinstru. Og bólturin var ikki meiri enn givin upp aftur, og tað var farið undir tíðina, sum dómarin hevði lagt afturat, tá ið Helgi L. Petersen økti til 4-2. KÍ miðverjan sá alt annað enn sannførandi út, tá ið hon royndi at steðga langari framlegging frá Jens Martini Knudsen. Royndin miseydnaðist, Helgi gjørdist leysur og smekkaði til, táið hann var komin í brotsteigin.
Eftir steðgin helt NSÍ fram í somu øði, og KÍ var í gávuhýri. Munurin øktist til 5-2, tá ið KÍ málverjin misti hornasparksinnlegg. Eftir tvær ferðir aftur og fram smekkaði NSÍ miðverjin Óli Hansen bóltin í málið. Og so var tað, at Christian Høgni Jacobsen setti punktum fyri sínari málskjóting og málskjótingini hjá NSÍ í 2005. Hann royndi móti málinum, bólturin tók í stólpan og umvegis Meinhardt Joensen fór bólturin í málið, og so var støðan 6-2!
Tað eydnaðist KÍ at pynta um, men tað eydnaðist ikki heimaliðnum at fáa stig. Símun Joensen var meistari fyri 6-3 málinum eftir deyðbóltsstøðu og tvær ferðir aftur og fram. Og so var tað Hjalgrím Elttør, sum skoraði tvey mál. Serliga tað fyrra var snilt. Hjalgrím fekk høvi úr vinstru at fara framvið verjuni, og tá ið hann var komin í brotsteigin, smekkaði hann til, og bólturin fór í netið undir nærru samankomingini.