Verjumálaráðharrar hava tosað saman um Ukraina

Russiski verjumálaráðharrin, Sergej Sjojgu, hevur nú tosað við verjumálaráðharrarnar bæði í Bretlandi og USA.

 

 

Ben Wallace (mynd) hevur tosað við russiska verjumálaráðharran, Sergej Sjojgu, um støðuna í Ukraina.

Tíðindastovan AFP veit at siga, at russiski verjumálaráðharrin, Sergej Sjojgu, og verjumálaráðharrin í Bretlandi, Ben Wallace, hava tosað saman um støðuna í Ukraina.

 

Tíðindastovan veit at siga, at teir báðir nýliga hava tosað saman í telefon. Fríggjadagin snakkaði Sergej Sjojgu eisini við amerikanska verjumálaráðharran, Lloyd Austin.

 

Sagt verður, at verjumálaráðharrarnir í Russlandi og USA annars ikki hava tosað saman síðan miðskeiðis í mai.

 

- Verjumálaráðharrin í USA leggur dent á týdningin av opnum samskifti millum londini, hóast Russland førir krígg móti Ukraina, sigur ein talsmaður fyri amerikanska verjumálaráðið, Pentagon.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur AFP-tíðindastovuna um samrøðurnar millum verjumálaráðharrarnar í ávikavist Russlandi, USA og Bretlandi.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Ben Wallace (mynd) hevur tosað við russiska verjumálaráðharran, Sergej Sjojgu, um støðuna í Ukraina.

Verjumálaráðharrin, Sergej Sjojgu, saman við forsetanum, Vladimir Putin.