Verjumálaráðið einki spart upp á Føroyar

Danmark hevur ongantíð brúkt Føroyar til at sleppa undan útreiðslum í NATO, sigur danska verjumálaráðið í einum avgjørdum svari til føroyanevndina hjá Fólkatinginum

Føroyanevndin hjá Fólkatinginum fyrireikaði seg væl, áðrenn føroyaferðina herfyri. Nevndin setti Anders Fogh Rasmussen fleiri ítøkiligar spurningar, sum hon kundi vænta fóru at stinga seg upp á ferðini.
Forsætisráðharrin varð millum annað biðin um »en samlet opgørelse af det økonomiske mellemværende mellem Færøerne og Danmark, herunder de eventuelle gevinster Danmark får i NATO, fordi det danske rige omfatter Færøerne og Danmark.«
Fyri at fáa svar upp á tann síðsta spurningin vendi Anders Fogh Rasmussen sær til verjumálaráðið, sum púrasta vísir aftur, at Danmark nakrantíð hevur fingið nakað burturúr, at Føroyar vóru partar av danska ríkinum.
»Danmark har på intet tidspunkt unddraget sig udgifter i NATO som følge af Færøernes status og placering. En sammenkædning mellem geografisk beliggenhed samt strategisk betydning og ønsket om et mindre bidrag til Alliancen ville desuden være et klart brud på de grundlæggende principper i NATO«, sigur verjumálaráðið í svarinum.
Verjumálaráðið greiður frá, at felags verjuætlanin í NATO hevur til endamáls at tryggja, at verjusamgongan kann loysa samlaðu uppgávurnar. Sum partur av hesum verður tillutað hvørjari tjóð nøkur styrkimát. Hesi styrkimát verða m.a. ásett fyri at býta byrðuna javnt millum londini. NATO fær javnan fráboðan um hetta og harafturat hendir ein jøvn eftirmeting av hvørjum landi, sigur verjumálaráðið.
Niðurstøðan er altso, at Danmark ikki hevur spart útreiðslur í NATO, við at Føroyar hava lagt land til verjuna av vesturheiminum í eitt mannaminni. Hinvegin vísir verjumálaráðið á, at verjan av Føroyum framvegis er fíggjað av dønum. Í 2002 kostaði verjan av Føroyum 144 milliónir krónur.