Verjuleysar fartelefonir

Ein týskur serfrøðingur tykist hava prógvað, at tað á sera einfaldan hátt ber til at hacka seg inn á allar upplýsingar á fartelefonum

Samskifti

Avrit av SMS-boðum, telefonbókini og øllum upplýsingum, sum onkursvegna eru goymdar á fartelefonini. Við einum einstøkum SMS-boð ber til at fáa fatur á øllum hesum, og uttan at varnast tað, kann ánarin av telefonini avhenda upplýsingarnar til avsendaran av SMS-boðunum.
Tað eru skelkandi boðini, sum ein týskur trygdarserfrøðingur innan KT-økið hevur at bera.

Einføld hacking
Wilfried Hafner royndi til stuttleikar at hacka seg inn á eina gamla Siemens-telefon hjá sær sjálvum. Hetta gjørdi hann á tann hátt, at hann nýtti kotuna hjá televeitara sínum at senda eitt sonevnt service-sms. Og uttan at taka nøkur trygdarfyrilit yvirhøvur, byrjaði telefon hansara at senda SMS-boð við upplýsingum til nummarið, sum Wilfried hevði forritað í SMS’ið.
Hetta helt hann vera ótrúligt, og tí royndi hann sama kynstur við eina Nokia telefon og við eina Qtek Windows 2005 telefon, men úrslitið var hvørja ferð eins skelkandi. Nevnliga at boðini uttan víðari vórðu góðtikin, og at fartelefonin fór til verka sambært hesum.
Tá boðini komu til almenningin í gjár, hevði Hafner bert roynt hetta við sínum egnu telefonum, men nú verður kannað, hvørt talan er um sama veikleika við øllum telefonum. Og um so er, so er hetta ein eitt dømi um, at fartelefonirnar uttan iva verða næsta málið fyri virus-álop.
- Eg var skelkaður, av at tað var so lætt. Og eg má siga sum er, at tað er ófatuligt, at eingin hevur gjørt eitt slíkt álop áður, sigur Hafner.

Neyðugt við verju
Hóast boðini ivaleyst koma væl við hjá teimum, sum selja virus-verjur til fartelefonir, so er tað skelkandi, at tað er somikið einfalt at bróta seg inn á fartelefonir. Ikki minst, tá hetta eisini tykist rigga við meira framkomnar telefonir, har mail-skipan, tekstviðgerð, rokniark og annað er partur av ritbúnaðinum.
Og ikki minst, so man hetta vera enn eitt tekin um, at virus-verja á fartelefonini nú verður eins neyðugt, og tað er á heimatelduni.