Verjuleikari heldur fram í HB

HB hevur í dag longt við lyklaleikara til komandi kappingarár

HB brynjar seg í hesum døgum til komandi kappingarár. Tað gjørdist greitt stutt eftir kappingina, at felagið hevur sett Sigfríða Skaale Clementsen sum nýggjan høvuðsvenjara í HB komandi kappingarár, og at felagið ætlar sær longur upp á stigatalvuni komandi kappingarár.

 

Hóast tað enn eingin nýggjur leikari er komin til felagið, hevur felagið seinastu vikuna longt sáttmálarnar við fleiri av lyklaleikarunum.

 

Fyrst var tað Jógvan Rói Davidsen, og síðani Bartal Wardum, ið høvdu longt sáttmálan við HB. Og í dag hevur so enn ein leikari longt sín sáttmála. Talan er um eyðsýnda vinstra bakkin, Ára Mohr Jónsson, sum eisini fer at spæla við komandi kappingarár.

 

HB heimasíðan skrivar at tey fegnast um at Ári Mohr Jónsson heldur fram í felagnum.