Bosnia-Føroyar 20-21 (12-11):
Larnaca, Cypros: Av og á eru løtur og hendingar, ið vinna sær mest sum ógloymandi status í minninum. Og føroyski sigurin á Bosnia var ein av hesum.
Teir 24 tímarnir frá tapinum móti Cypros og til dystin móti Bosnia kundu uttan iva rúgva nógv í eini ítróttapsykologiskari frágreðing. Genturnar, ið mest sum fóru lippandi av vøllinum móti Stórabretlandi og Cypros høvdu onkursvegna tveitt allan iva um seg sjálvar burtur.
Eftir videofundin leygarmorgunin sat liðið einsamalt í nærum ein tíma í tí, sum mest av øllum líktist einum kreppufundi. Spælararnir fingu hvør í sínum lagi loyvi at siga júst sína hugsan um tað, sum var farið fram seinastu dagarnar, og eftir fundin fóru Joan M. Djordjevic og Simona Hansen til venjaraparið við nøkrum av niðurstøðunum hjá hópinum.
Júst hvat ið hevði hvørja ávirkan, er trupult at siga. Men fyrst og fremst hevði tað ovurstóran týdning, at luftin varð reinsað, áðrenn spælararnir fóru á vøllin til risa uppgávuna, sum tað var, nú Bosnia stóð fyri framman.
Tordu og vildu
- Vit mugu tora at spæla, vóru boðini, sum málverjin, Fríða Petersen, hevði á portalinum undan dystinum, og tað var júst tað, sum genturnar gjørdu.
Joan Midjord Djordjevic varð fyri tað nógva spard í bólkaspælinum, nú hon hevur drigist við skaða í fótliðnum, og kanska var tað ein fyrimunur fyri liðið. Í øllum førum bar tað við sær, at mótstøðan ikki hevði havt nakran serligan møguleika at síggja lúmsu skotini, sum hon er før fyri at senda inn, um verjan ikki er til reiðar.
Tvey tey fyrstu av hesum sótu eisini klokkurent í búrinum, og so var vegurin líka sum opnaður hjá hinum spælarunum at royna seg. Hóast bakkarnir ikki fingu síni skot at sita heilt so væl, so eru 2XDurita og eina ferð Simona somikið høgar, at tað í sjálvum sær er ein hóttan, og tá bæði Unn Kragesteen og Ninna K. Johansen tóku av sínum møguleikum á veinginum, kom gleðin og viljin aftur í føroyska spælið. Og tá venjararnir støðugt skifti ómøddar og grammar spælarar inn, slapp møðin ongan tíð at koyra føroyska liðið niður.
Tað var tó fyrst og fremst í verjupartinum, at dysturin varð vunnin. Talan var um sannan kollektivan innsats, har allar í hvørjum einasta bosniska álopi gjørdu sítt. Men burtur úr mongdini sóust tó Una Olsen og Fríða Petersen.
Ikki bara var Una spælarin, sum alla tíðina bakkaði upp og bant føroysku verjuna saman. Men við einum ótrúligum vinnaravilja var hon alla tíðina spælarin, sum togaði liðið uppeftir, tá bosnisku kanónirnar onkra tíð sluppu framat.
Og við konstanta stórspælinum frá Fríðu Petersen var talan eisini um ein málverja, ið tók tað mesta, sum varð tveitt eftir henni. Um talan var um brotskøst, frírennarar ella bara vanligar skotroyndir tóktist ikki hava nakran serligan týdning. Og somikið ruddiliga hevði hon lisið Bosnisku skjúttarnar av, at stórspælarin hjá teimum við 10-talinum á rygginum, varð tikin út longu eftir 10 fyrsta lítla korterið.
Ótrúligur endaspurtur
Men hóast eitt avrik, har liðið veruliga reisti seg, so var eina løtu líkt til, at talan bert var um heiðurliga uppreisn, har liðið kortini mátti lúta.
Bosnia byrjaði seinna hálvleikin betur enn okkara, og spakuliga togaðu tær seg alt meira frá okkara. Tá føroyska time-out’ið til seinna hálvleik varð tikið, vísti talvan 14-18, og bert eitt gott korter restaði at spæla.
Men júst tað korterið gjørdist helst tað besta, sum okkara kvinnur spældu í kappingini. Verjan saman við Fríðu lukkaði totalt av. Bert tvær ferðirnar eydnaðist Bosnia at skora hesa løtuna – fyrru ferð við skoti, sum brast í stólpan og í nakkan á Fríðu og aðru ferð við brotskasti, har dómararnir áttu at dømt fyri fet.
Og í álopspartinum var tað Rebekka Justinussen, sum fullkomuliga cool og óimponerað bumbaði okkum aftur í dystin. Fyri steðgin hevði hon gjørt somikið um seg, at bosniski venjarin eftir tvær skoringar valdi at mansvera hana. Tað skuldi hann kanska eisini gjørt seinasta korterið, men tíbetur varð tann loysnin ikki vald. Tvær ferðir bankaði hon kúluna í kassan úr 10 metrum, men vakrasta detaljan kom helst ímillum hesi bæði málini. Allur miðblokkurin hjá Bosnia kom út, tá hamarin enn eina ferð skuldi sveiggjast, men við einum elegantum vippi inn á strikuna varð Una ístaðin spæld fullkomuliga blank.
Og so var sjónligt, at Bosnia var í trupulleikum. Venjarin valdi enn eina ferð at taka stjórskjúttan út, men eingin av teimum, sum vóru á vøllinum, megnaðu at lyfta høvdið og liðið. Við eini slitnari ítróttarcliché kann sigast, at føroyska liðið át mótstøðuna við húð og hár hesa løtuna, og bara tveir minuttir undan dystarloki stóð á jøvnum, 20-20.
Mentala styrkin slapp eisini at standa sína roynd, tá føroyska liðið valdi at koyra langt álop seinastu løtuna. Rebekka hevði beint undan hesum havt eitt drøn av einum undirhondsskoti, sum brast í stólparótina, men tað helt henni ikki frá at royna eydnuna enn einaferð. Hesa ferð vardi málverjin, men skotið var somikið hart, at bólturin støkk út til Unu, sum hevði valt at satsa og bíða, heldur enn at renna heim.
Og tað loysti seg, tá bólturin rullaði fram til strikuna, og so kundi Una annars renna alt tað, sum hon var ment, at verja seinastu sekundini.
Og so var fagnaðurin annars ovurstórur. Føroyska liðið hevði eftir bara 24 tímum reist seg úr djúpasta kolkjallaranum og upp móti stjørnunum.
At tað gav atgongd til finaluna, var mest sum at rokna sum ein eykavinningur. Fyrst og fremst, so høvdu tær hvør sum ein vunnið á sær sjálvari.
Fakta um dystin
Bosnia-Føroyar 21-20 (12-11)
10 min: 2-2
20 min: 8-6
40 min: 18-14
50 min: 19-16
Føroyskir málskjúttar: Unn Kragesteen 6(3/3), Rebekka Justinussen 4, Ninna K. Johansen 3, Joan M. Djordjevic 3, Una Olsen 2, Durita Ljósstein 1, Fríða Petersen, Durita Christophersen, Elin Staksund, Rakul Augustinussen, Simona Hansn, Fríða Marjunardóttir
Brotskøst: Føroyar 3 (Unn Kragesteen 3/3), Bosnia 3/2
Útvísingar: Føroyar 1 (Una Olsen 1), Bosnia 1