Verjuálitið hevur skrivað undir

NSÍ og Jóhan Troest Davidsen hava í dag skrivað undir sáttmála, sum ber við sær, at fyrrverandi landsliðsspælarin bæði í 2020 og 2021 fer at spæla við barndómsfelagnum

Hann hevur vant saman við Glenn Ståhl og hinum í NSÍ í vetur, men hann hevur ikki verið sáttmálabundin at NSÍ, sum hann er uppvaksin í. Tí hevur verið eitt sindur av iva um, hvussu tað fór at vera við Jóhan Troest Davidsen í 2020.

Nú kunnu teir draga andan lættari við Løkina, tí í dag veit NSÍ at siga, at sáttmáli er undirskrivaður millum Jóhan Troest Davidsen og NSÍ. Sáttmálin er galdandi fyri 2020 og 2021.

Felagið sigur soleiðis:

Jóhan Troest Davidsen hevur skrivað undir nýggjan 2 ára sáttmála við NSÍ.

Jóhan er ein sera royndur leikari, hann hevur leikt yvir 300 dystir í bestu deildini, 14 dystir í Evropa og fleiri landsdystir fyri Føroyar. So Jóhan er avgjørt ein sera týdningarmikil leikari fyri NSÍ, og við sínum royndum kemur hann avgjørt at verða ein góður maður á NSÍ liðnum.

Sterki verjuleikarin er GULUR, og eru vit sera fegin um at Jóhan framhaldandi ynskir at umboða NSÍ.