Fyrrapartin fríggjadagin fer Kirstin Eliasen at verja PhD-ritgerð sína um nebbasild, sum hon hevur arbeitt við síðani 2009. Verjan verður á Fabrikkini hjá Öström í Havn.
Í PhD-verkætlanini hjá Kirstin hevur høvuðsdentur verið lagdur á at lýsa leiklutin hjá nebbasildini í vistskipanini á Landgrunninum, og seta hann í samband við veðurlagsbroytingar.
Verkætlan hennara er partur av eini størri verkætlan, sum eitur Havumhvørvi og vistskipan kring Føroyar, og er granskingin gjørd á Havstovuni, meðan Kirstin er innskrivað til PhD-lestur á universitetinum í Aarhus.
Vegleiðarar hjá Kirstin Eliasen eru Peter Grønkjær og Jens Tang Christensen frá universitetinum í Aarhus, og Bogi Hansen, Eilif Gaard og Jan Arge Jacobsen frá Havstovuni.