Verjin vónar eina rættvísa viðferð

95 tíðindafólk úr 12 ymiskum londum hava biðið um at sleppa at fylgja rættarmálinum móti Peter Madsen, sum byrjar hósdagin.

Tá danski kavbátabyggjarin og uppfinnarin, Peter Madsen, hósdagin fer at sita á ákærubeinkinum í býarrættinum í Keypmannahavn, verður tað at kalla allur heimurin, sum fer at fylgja rættargongdini.

 

95 tíðindafólk úr 12 ymiskum londum hava biðið um at sleppa at fylgja málinum, har danin er ákærdur fyri at hava dripið svensku tíðindakvinnuna, Kim Wall.

 

Nú fáar dagar, áðrenn rættarmálið byrjar, vónar verjin hjá Peter Madsen, Betina Hald Engmark, at klientur hennara fær eina rættvísa rættargongd, hóast mongu tíðindafólkini.

 

Tað sigur hon í TV2 News sendingini, “Presselogen”.

 

- Eg veit, at ákærdi áður hevur valt at vera frammi í miðlunum, og at hann áður hevur notið gott av positivari umrøðu. Eg veit eisini, at hetta kann vera við til at geva honum ein harðari umgang, nú hann stendur ákærdur fyri eitt álvarsligt brotsverk, sigur verjin.

 

Í sendingini sigur Betina Hald Engmark seg vóna, at Peter Madsen fær eina rættvísa viðferð. Hon hevur áður sagt, at málið um kavbátabyggjaran ikki skal førast í miðlunum, men í rættarsalinum.

 

- Eg vóni, at miðlarnir tryggja, at mín klientur eins og onnur ákærd fyri álvarslig brotsverk fær eina rættvísa viðferð, sigur hon.

 

Peter Madsen noktar seg sekan í at hava dripið Kim Wall, og hann noktar seg eisini sekan í at hava skammfarið svensku tíðindakvinnuna, meðan hon enn var í lívi.

 

Hann viðgongur tó, at hann stykkjaði líkið sundur og kastaði likamspartarnar í havið.

 

Rættarmálið móti Peter Madsen byrjar í býarrættinum í Keypmannahavn 8. mars, og væntandi er, at dómur fellur 25. apríl. Ákærumyndugleikin krevur lívstíðardóm – ella, at Peter Madsen verður dømdur í trygdarvarðhald.