Verjin hjá Breivik óbodna vitjan

Geir Lippestad, sum er verji hjá norska yvirgangsmanninum og hópdrápsmanninum, Anders Behring Breivik, sigur, at útlendskir journalistar óbodnir eru komnir inn í heimið hjá honum. Tað var trý ára gamla dóttir hansara, sum fann tveir russiskar journalistar í køkinum. Hetta var ein óhugnalig uppliving.

Verjin sigur, at dóttirin kom leypandi, tá hon hevði lagt til merkis, at fremmandafólk vóru í køkinum.

- Teir spurdu meg um samrøðu, men eg bað teir gera skjótt av og fara - og tað gjørdu teir so, sigur hann við heimasíðuna hjá Verdens Gang.

Hendingin fór fram í einari av teimum fyrstu vikunum eftir atsóknina hjá Anders Behring Breivik, tá trýstið hjá útlendskum journalistum var upp á tað mesta.

Geir Lippestad sigur, at hann hevur einki gjørt við málið og leggur aftrat, at hann hevur einki slíkt upplivað síðan hesa hending.

- Eg havi givið greið boð um, at kemur nakar at vitja meg við hús, fáa tey onga samrøðu um málið. Eg haldi, at tað er stórur munur á norskum og útlendskum journalistum, og eg má siga, at eg havi bara góðar royndir av norsku journalistunum, sigur Geir Lippestad, verji hjá Anders Behring Breivik.

Hurðin hjá Geir stóð óløst, tá útlendsku tíðindamenninir komu inn í húsini.

Alt tilfar um málið við Anders Behring Breivik liggur innilæst í politihúsinum í Oslo. Aðrir upplýsingar, sum Geir Lippestad arbeiðir við í málinum, er í tryggari varðveitslu á hansara skrivstovu.