Verjin fanst hvassliga at

Undir sínari proseduru fríggjadagin fanst verjin hvassliga at ákæruvaldinum og politinum sum hann segði vóru øll í einum potti.

Hann helt, at tað einasta sum umráddi hjá ákæranum var at fáa onkran dømdan fyri hetta brotsverkið – um tað var eitt brotsverk – og tað var gingi út yvir hansara klient.

Han helt als ikki, at frágreiðingin hjá ákæranum hekk saman, og at ákærdi als ikki hevði kunna útført tað, sum ákæruvaldið legði hann undir.

Hann setti eisini spurnartekin við trúvirðið hjá fyrrverandi konu Pidda og segði, at trúvirðið hjá hansara klienti var minst líka gott.

Ákæruvaldið legði stóran dent á sms-samskiftið millum ákærda og fyrrverandi konu Pidda upp undir, at Piddi hvarv, men verjin segði, at ákærdi hevði sent 3200 sms í 2011, og tað var einki løgi í, at ákærdi ikki mintist til tey øll.