Verjið okkum heldur ímóti Bill Justinussen enn narko

Enn eina ferð er tíðin komin til samfelagsskaðaligar útsagnir frá tingsmanni okkara, Bill Justinussen. Evnið hesaferð er narko, sum hann hvassliga finst at. Hann vísir á í greinini ”Verjið okkum heldur ímóti narko enn Sea Shepherd” á in.fo, um at brúka enn fleiri almennar peningar fyri at steðga narkoídnaðinum í Føroyum.

Hví?

 Tí hann ikki heldur, at fólk sjálvi eru før fyri at gera av, hvørji rúsevni tey inntaka. Hvat er hetta so fyri ein menniskjafatan? Jú, tað er ein, har mann følir seg upphevjaðan yvir øll onnur.

 

Tílíkar hugburðir kann hann heldur enn gjarna hava, men teir burdu ikki – reint parlamentariskt – fingið fótafesti í tjóðarlóggávuvaldinum. Í hesum føri er tað tíverri soleiðis.

 

Óteljandi grundgevingar tala fyri einari legalisering av rúsevnum, millum annað: lækkaður kriminalitetur, øktar skattainntøkur, betri hjálp til misnýtarar, økt álit til hin einstaka, alternativ til alkohol, økt tolsemi fyri ávísum bólkum, lækkandi nýtsla og økt persónligt frælsi.

 

Góðar grundgevingar allar samlar – men síðstnevnda, trumfar allar aðrar. Stjórnin eigur ikki at áseta borgarans framferðarhátt og rætt, tá avleiðingarnar av gerðum hins einstaka kropsligt einans rakar ein sjálvan. Leikluturin hjá stjórnini er at kunna um vandarnar við rúsevnum og skipa ein møguligan lógligan ídnað – ikki at spæla moralsins varðhald.

 

Men um mann nú endiliga skuldi lagt sær enn fleiri grundgevingar á borðið, hygg so eftir londum sum Portugal, Uruguay, Holland og partum av USA, har mann hevur legaliserað ella avkriminaliserað ymisk sløg av rúsevnum. Her hevur tað gingið væl við einari skipanarlóggávu, har nýtslan hvørki er lækkað ella hækkað tað stóra.

 

Hyggur tú eftir Portugal, so er kriminaliteturin lækkaður, forbrúkið lækkað, færri heroinmisnýtarar fáa staðfest HIV og AIDS, og misnýtarar hava sum heild  fingið lættari við at leita sær hjálp – betri hjálp enntá.

 

Vendir tú so eygunum til hina síðuna av Atlantshavinum, meiri nágreiniligt Colorado, har hevur legaliseringin av cannabis skapað ein milliard-dollar-ídnað og arbeiðspláss í túsundatali. Hetta hevur eisini gjørt tað gjørligt at skipa innihaldið av cannabis soleiðis, at har ikki kemur annar skittur í vøruna. Sama hevði verið galdandi øðrum rúsevnum, um hesi vórðu gjørd lólig.

 

So hvussu kann tað vera, at relativt undirment samfeløg sum Portugal og Uruguay hava ein skilabetri og meiri frælsisorienteraðan politikk enn vit á hesum øki? Svarið er sera einfalt: tí føroyska fólkið enn í summum førum er merkt av einari stokkonservativari tilgond til tingini.

 

Tí er mín boðskapur hesin: hitt sanna ónda er ikki narkotika, men Bill Justinussen og hansara samsinti frælsistýnandi politikkur. So latið okkum temja hendan – ikki okkara samborgarar!