»Missurin av lívfrøðiligum fjølbroytni er støðgaður.
– Fyri at hjálpa Umhvørvisstovuni at halda sínar málsetningar hava vit sett hetta fitta parið av sterkt hótta djóraslagnum á teirra vøll«.
Føroyski hesturin er hóttur, og tað eru bert einstaklingar, sum royna at gera nakað við at verja um hestin. Tey, ið hava sett hestarnar framman fyri umhvørvisstovuna vilja við hesum vísa á, at tað er rættast at byrja umhvørvisverndina her heima heldur enn at ferðast kring allan heim og skriva undir proklamatiónir, sum ongantíð blíva hildnar her heima.