Verjan var spurningurin

Við leikbanni til Óla Johannesen, avboð frá Marna Djurhuus og linligum avrikum frá Mortan úr Hørg og Rasmus Nolsøe var tað verjuparturin, sum gav Jógvani Martin Olsen størsta høvuðbrýggið undan landsliðsúttøkuni

Fótbóltur

 

Landsliðshópurin til Litava-dystin telur bara fimm verjuspælarar, og tað er nakað væl minni, enn tað vanliga er. Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, duldi heldur ikki fyri, at hetta var tann parturin av liðnum, sum hann hevur hugsað mest um, nú hópurin skuldi setast saman.

- Óli Johannesen er leikbannaður, so tað gevur seg sjálvt, at hann ikki er við. Hartil hevur Marni Djurhuus givið avboð av persónligum ávum, og tað er ein dyggur smeitur. Hann er ein spælari við einum høgum botnstøði, og sum altíð leverar vøruna á vøllinum. Taka vit so hinar, sum hava verið í myndini, so hava bæði Mortan og Rasmus havt eina down-periodu í HB, har teir partvíst hava mist sítt pláss á liðnum. Tað er sjálvandi ikki nøktandi hjá teimum og HB, og tað er enn minni nøktandi hjá landsliðnum, segði Jógvan Martin Olsen.

Ístaðin eru Herbert í Lon Jacobsen og Johan Troest Davidsen tiknir við í hópin.

- Herbert hevur spælt væl fyri B36. Og hann er vanur at spæla saman við Fróða og Jákupi, so har eru fleiri lutir, sum tala til hansara fyrimun. Og Johan er ein spælari, sum kann røkja øll pláss í verjupartinum. Hann er kropsliga væl fyri, og eisini í luftspælinum er hann sterkur, so hann er heilt víst ein spælari, sum vit hava havt eitt vakið eyga við, segði Jógvan Martin.

Johan er annars eisini tikin út til U21-landsliðið, sum spælir móti Italia tann 8. september. U21-ferðalagið verður aftur í Føroyum leygarkvøld, og sunnudag skal hann so av landinum aftur við A-landsliðnum.

Umframt teir fimm í verjupartinum eru tó eisini aðrir møguleikar. Bæði Christian Høgni Jacobsen og Jákup á Borg hava nevnliga áður røkt bakk-pláss á landsliðnum, og tað er væl hugsandi, at hetta eisini verður støðan í Litava um tvær vikur.