Eftir dystin fingu vit eisini orðið á Kára Durhuus, venjara hjá hoyvíkingum. Hann helt, at verjan hevði stórar trupulleikar at fáa fatur á Damir, og at hetta helst tapti dystin.
- Vit hava stórar trupulleikar at fáa fatur á Damir Oros í fyrra hálvleiki. Hann ger næstan, sum hann vil, og tá tað ikki riggar hjá honum, so taka aðrir við hjá kollfirðingum. So eg haldi, at vit mugu fáa verjuna at rigga betri næstu ferð, tí verjan hjálpir at kalla slett ikki málmonnunum. Í seinna hálvleiki koma vit tó betur, tí tá spæla vit meira frítt, men tíverri, so er hetta ikki nokk.