Verjan vann dystin

Strikuspælaran hjá KÍF, Gert Hansen, helt, at verjan var størsti munurin á liðunum henda dagin.
- Móti VÍF mugu allir bara fara inn og kempa sum óløgir, og tað haldi eg, at vit gera í dag. Serliga verjan hjá okkum stendur ótrúliga væl, og vit geva teirra álopi tupulleikar allan dystin. Nú hava vit so steðga vestmenningum, so nú verður spennandi, um vit fara at vinna seinnu hálvfinaluna í steypakappingini eisini. Tann dysturin verður heilt sikkur tættur, og eg vænti, at eitt ella tvey mál fara at skilja liðini í tí dystinum.