Verjan skal rigga

- At spæla eina nýggja verju tekur tíð og fleiri dystir, men tað er júst tað, sum vit ikki hava, heldur Jógvan Martin Olsen, nú landsliðsvenjararnir leggja seinastu hond á fyrireikingarnar

Tað var greitt, hvørjum lutum føroyska landsliðsvenjaraparið arbeiddi mest við undir venjingini hósdagin. Eins og vant, so fingu álopssinnaðu mennninir møguleika at venja bæði innlegg og skot upp á mál, men meðan hetta tóktist sum venjing í lættara endanum, høvdu verjuleikaranrir úr at gera.
Allar størsta partin av hálva øðrum tíma longu venjingini vóru verjuleikararnir saman við Jógvan Martin Olsen, og setningurin her tóktist greiður. Ein nýggj verja skal finnast, og so má samspælið millum einstøku leikararnar í hesari fáast í rættlag alt fyri eitt.

Hava ikki tíðina
Eftir venjingina fingu vit orðið á Jógvan Martin, og hann duldi ikki fyri, at hetta er ein øguliga týðandi partur av fyrireikingunum til dystin.
- Verjan hevur jú altíð nógv at siga hjá okkum, og støðan hesa ferð er eisini heilt serlig. Sært tú burtur frá Jón Róa, sum nú er vorðin fastur maður, so hevur miðverjan tey nógvu seinastu árini verið samansett av Óla Johannesen, Pól Thorsteinsson og Hans Fróða Hansen. Eingin av hesum er við hesaferð, og tí má ein nýggj verja spælast saman. Tað er vanliga nakað, sum tekur tíð og nógvar dystir, men tað er júst tað, sum vit ikki hava hesaferð, heldur Jógvan Martin.
Spurdur meira nágreinliga, hvat missurin av vanligu verjuleikarunum merkir, sigur hjálparvenjarin, at hesir leikararnir hava alstóran týdning fyri liðið.
- Ikki minst tað, at teir hava leikt so nógvar dystir saman, hevur nógv at siga. Ikki minst í samspælinum millum leikararnar í verjuni, og her verður kanska størsti trupulleikin, nú skiftið er somikið stórt í einum. Eisini tað at royndirnar hjá eitt nú Pól og Óla hava gjørt, at aðrir leikarar í stóran mun kunnu stuðla seg uppat teimum, og tað verður í øllum førum ein stórur missur.
- Men onkursvegna, so havi eg eina góða kenslu kortini. Eg rokni við, at hetta fer at rigga á ein ella annan hátt, heldur Jógvan Martin.

Ræður um at fyribyrgja
Tá talan kemur inn á íslendska mótstøðuliðið sigur Jógvan Martin, at teir sjálvandi hava hugt væl eftir, hvussu íslendingarnir spæla. Og hann dylir heldur ikki fyri, at stórur partur av venjingunum í verjupartinu snúgva seg um, akkurát hvussu føroyska liðið skal byrgja fyri íslendska álopsspælinum.
- Ikki minst nú, tá vit hava eina at kalla nýggja verju, hevur tað nógv at siga, at vit eru so væl fyrireikaðir sum møguligt. Og í morgin (fríggjadagin, blðm.) fara vit at leggja enn størri dent á skabelón-venjingarnar. Altso venjingar, har vit avtala, hvussu einstøku leikararnir skulu flyta seg í ymisku støøunum.
- Eftir tí, sum vit hava sæð, so spæla íslendingar sera nógv upp á Eiður Guðjonsen. Tað, sum vit skulu ansa eftir, er, at hann leitar sera langt aftur á vøllin eftir bóltinum, og so er spurningurin, í hvønn mun verjuleikararnir hjá okkum skulu fylgja honum niðaneftir, ella um teir bara skulu lata mannin fara, soleiðis at miðvallararnir taka yvir. Trupulleikin er jú, at um vit fylgja honum ov langt niðan, verður hol aftanfyri, og har tykist Jóhannis Karl Guðjonsson at vera sera íðin at søkja upp í tómu rúmini. Tað er kanska serliga hetta, sum vit skulu ansa eftir, men tað krevur so eisini nógv av miðvallarunum. Og tí verður talan um nógva servenjing fyri hendan partin av liðnum nú, sigur Jógvan Martin Olsen at enda.