Eingin ivi var um, hvør stóri maðurin í H71-leguni var eftir dystin sunnudagin.
Halgir Dahl Olesen tosaði í heyst um, at støðugu trupulleikarnir við knænum kanska fóru at seta ein steðg fyri hondbóltinum hjá sær. Sunnudagin var hann tó aftur partur av liðnum hjá H71. Og við sjey málum umframt einum ósvikaligum stríðsvilja var hann eisini ein av høvuðsmonnunum handan sigurin. Nakað, sum spælarin sjálvur tó ikki hevði nakran hug at staðfesta.
- Seinastu løtuna undan steðginum fáa vit verjuna at koyra. Bárður og Jens gera eitt fantastiskt arbeiði, tá teir koma inn, soleiðis at teir veruliga lyfta alt liðið.
Var tað kanska eisini so, at teir báðir vóru við til at finna »gamla« striðsviljan hjá H71 aftur.
- Ja, avgjørt. Og at vit alla tíðina halda á at stríðast ger eisini, at Kyndilsspælararnir verða alt meira frustreraðir, haldi eg.
Og slitnu knøini klára kanska at taka endan av hesum kappingarárinum við?
- Tað vóni eg. Beint nú hava tey tað fínt, men so er spurningurin, hvussu tað verður í morgin.
- Í øllum førum haldi eg, at hvíldin hevur hjálpt nakað. Hartil er hetta ikki ein skaði, sum versnar nakað av at spæla. Tað er ein spurningur um pínu, men verður tað framhaldandi so stuttligt at spæla við H71 í ár, so rokni eg við, at eg kann bíta hesa í meg, sigur altso Halgir Dahl Olesen at enda.