Við 15 málum á persónligu kontini hevði Gert Hansen alla orsøk at smílast, tá hann og hinir kollfirðingarnir høvdu vunnið ein sjáldsama stóran sigur á VÍF.
- Hetta var veldugt. Og kenslan er mest sum ótrúlig, nú dysturin er av, segði Gert eftir dystin.
Hvat var tað, sum gjørdi, at tit alt fyri eitt sluppu so væl avstað?
- Fyrst og fremst skjótálopini. Verjan stendur eisini knallgott í fyrra hálvleiki, og tað sigur nógv, at bara 10 mál fara ígjøgnum hjá okkum fyri steðgin.
Er verjan eisini tað, sum hevur gjørt, at tit nú eru við í kapprenningini um finalupláss?
- Vit byrjaðu sjálvandi ikki væl, men eftir at vit hava broytt verjuna til 6-0, hevur tað gingið munandi betur, staðfesti Gert Hansen.










