- Vit mugu seta fokus á okkara fólk.
Tað var boðskapurin hjá Jóannesi Eidesgaard, formanni í Javnaðarflokkinum á fyrsta maidagshaldinum, sum flokkurin skipaði fyri á hugnaliga Seglloftinum á Tvøroyri fríggjakvøldið.
Jóannes Eidesgaard vísti á, at seinastu 20 árini hava vit upplivað eina tíð, har liberalisman trein inn á pallin.
- Henda nýggja liberalisman, sum verður kallað neo-liberalisman, gjørdi tað til gott latín, at tey fáu og stóru skuldu gera sær dælt av fólksins ognum og tænastum. Hon kroysti solidaritetin til viks, og samanhaldið í samfelagnum varð avloyst av søkini hjá teimum stóru og sterku.
- Einskiljingar, útlisiteringar, vinningsbýti og profittmaksimering gjørdist loysunarorðini. Nøkur fá tóku yvir almenna leikpallin, meðan øll hini meira ella minni settu seg sum áskoðarar.
Hann vísti á, at serliga síðani aldarskiftið hava vit upplivað eina náðileysa kapprenning eftir skjóttvunnum ríkidømi, sum ikki bygdi á framleiðslu og arbeiði, men á smartar loysnir og spekulasjónir á keypsskálunum runt um í heiminum.
Hetta var ein náðileys jagstran eftir løttum vinningum, har grammleiki var høvuðseyðkennið.
- Óløgini frá neo-liberalismuni hava nú skolað inn yvir heimin, og nú tað dregur útaftur, letur til, at øll hini eiga upptakið. Rokningin fyri gildið hjá teimum fáu hevur altíð havt lyndi til at verða send øllum hinum, sum ikki vóru við í gildinum. Eitt annað eyðkenni er gjarna tað, at tey, sum skúmaðu róman, framvegis sita við rómastampin.
Vanliga føroyingin í fokus
Jóannes Eidesgaard staðfesti, at tað verður ein avbjóðing at møta fíggjarkeppuni, hóast uppgávan í dag er heilt øðrvísi enn hon var í kreppuni í nítiárunum.
- Fyri smáum tjúgu árum síðani tóku vit upp eftir politiskt, vinnuligt og umsitingarlig dugnaloysi í áttatiárunum.
Hann segði, at tað hevði ikki minst kostað arbeiðararørsluni dýrt.
Men í dag verður politiska avbjóðingin eftir neo-liberlastiska gallaveitsluna at seta vanliga føroyingin í fokus.
- Vit mugu seta fokus á okkara fólk. Vit mugu syrgja fyri, at so fá sum gjørligt gerast arbeiðsleys, og vit mugu syrgja fyri, at so fá sum gjørligt taka avgerð um at flyta úr Føroyum. Vit mugu við tiltøkum syrgja fyri, at grundraksturin í samfelagnum til heilsuverk, útbúgvingarverk og almannaverk verður so óskalaður, sum gjørligt.
Formaðurin í Javnaðarflokkinum og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum staðfesti, at hetta eiga vit at gera, hóast tað merkir, at vit í eina tíð koma at dragast við hall á almennu roknskapunum.
Verja tey góðu virðini
Hann heitti eisini á fólk um ikki at falla í fátt.
- Vit hava eitt samfelag, sum er væl fyri og tað er ikki minst teimum samhaldsføstu skipanunum, fyri at takka, sum politikarar hava uppbygt og styrkt saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Her hugsaði hann serliga um ALS, sum nú kann bjóða munandi hægri útgjald, og sum í dag eigur á leið 700 milliónir á bók.
- Men harumframt er landskassin væl fyri við rímiliga góðum gjaldføri og ongari skuld. Men ikki minst hava vit eitt land, sum eigur eitt gott og dugnaligt fólk, segði Jóannes Eidesgaard.
- Sostatt er málið nú at verja tey góðu virðini í samfelagnum, segði formaður Javnaðarfloksins. Og hann legði afturat:
- Hesi góðu virði eru tit, fólkið.










