Verj teg og onnur móti Nýkríminum (H1N1)

Danska Heilsustýrið ávarar á heimasíðu sínari um, at hóast Nýkrímið er eitt sera milt krím, so er avgjørt orsøk til at royna at avmarka smittuna

Lagt til rættis: Rógvi Nybo


- Nýkrímið (H1N1) er ein nýggj virus, ið upp á stutta tíð er breidd til tað mesta av heiminum. Í allarflestu førum gevur nýggja krímið mild sjúkueyðkenni, ið eru av eftir bert fáum døgum. Hóast tað, er umráðandi at avmarka smittuna, ávarar Sundhedsstyrelsen á heimasíðuni.


Til tess at fáa fólk at avmarka smittuna, hevur danska Heilsustýrið listað upp trý góð ráð, um hvussu tú eigur at gera.


Vaska hendur javnan

Krímvirus setur seg lættliga á hendurnar og breiðir seg umvegis lógvatak og yvirflatur so sum hondtøk. Vaska tí javnan hendurnar við sápu


Hosta ella nýs í ermuna

Krím breiðir seg gjøgnum virus í smáum dropum frá hosta, njósturi ella líknandi. Káva tí út yvir munn og nøs, tá tú hostar ella nýsur. Nýt ein einnýtis lummaklút ella ermuna, heldur enn hondina.


Ver heima, um tú ert sjúkur

Krím breiðir seg lættliga á skúlum, arbeiðsplássum og í stovnum. Set teg í samband við lækna umvegis telefon, heldur enn at møta upp í bíðirúminum.


Kelda: www.sundhedsstyrelsen.dk