Verður møguligt at lesa búskaparfrøði í Føroyum

Harumframt hevur samgongan avgjørt at hækka talið av sjúkrarøktarfrøðingum.

Seinastu árini hevur nógv sjóneyka verið sett á trupulleikan við, at stórur partur av føroyska ungdóminum flytur av landinum í lestrarørindum. Frá politiskari síðu hevur eitt av týdningarmestu amboðunum at steðga hesari gongdini verið at styrkja og menna Fróðskaparsetur Føroya.


Tað er eisini ein gongd, ið CEF samgongan ynskir at halda fast um. Á tíðindafundi í morgun, har fíggjarlógin varð løgd fram, gjørdi løgmaður, Aksel V. Johannesen, greitt, at tað frá august 2016 verður møguligt at lesa búskaparfrøði í Føroyum.


Harumframt segði løgmaður, at Heilsumálaráðið og Mentamálaráðið eru vorðin samd um, at fyri at basa trupulleikanum við ov fáum sjúkrarøktarfrøðingum. Tí er avgjørt at hækka talið av lesandi innan sjúkrarøktarfrøði við 16 lesandi um árið.


Løgmaður upplýsti eisini, at samgongan hevur avgjørt at seta átta milliónir av á fíggjarlógini, til at fara undir at gera eitt sokallað campus økið í Føroyum. Peningurin skal brúkast til bygningar og annað, soleiðis at alt virksemi hjá Fróðskaparsetrinum kann savnast á einum stað.