Verður grind í Føroyum, leggja vit okkum uppí

Formaðurin í Sea Shepherd í Danmark váttar, at verður grind í Føroyum, fara tey at leggja seg ímillum fyri at steðga drápinum

- Vit eru ikki bara ein mótmælisfelagsskapur. Okkara endamál er at leggja upp í og steðga tí sum fer fram.

 

Tað váttar formaðurin í danska Sea Shepherd, Lukas Erichsen, fyri Ritzau, sum fleiri danskir miðlar endurgeva.

 

Sjálvur er hann í Føroyum í summar í sambandi við átakið hjá Sea Shepherd her og hann ætlar sær at vera her til herferðin endar í oktober.

 

Sea Shepherd hevur sagt, eisini fyri løgregluni, at tey fara at mótmæla friðarliga ímóti grindadrápi.

Men fráboðanirnar frá  felagsskapinum eru mótstríðandi, tí samstundis sum tey, sum leggja átakið í Føroyum til rættis, at tey eru til reiðar at lata lív fyri at bjarga einum hvali, og verður grindadráp, eru tey til reiðar at leggja seg ímillum knívin og hvalin.

 

Og nú váttar formaðurin í danska Sea Shepherd, at tey fara at leggja seg ímillum verður rópt grindaboð.

 

Eisini Lukas Erichesen er til reiðar at tveita seg ímillum hval og knív, skuldi grind verðið hildin til í Føroyum.

Tað er hann eisini sannførdur um, at meginparturin av limunum í Sea Shepherd eru til reiðar til, leggur hann afturat.

 

Hvalir hava vit og kenslur á einum heilt øðrum stigi enn onnur dýr og tí ber ikki til at drepa hval og samanbera tað við annað slakt, sigur hann við Ritzau.

Í Sea Shepherd í Danmark eru 15-20 limir, sigur hann.