?Verden vil bedrages? er aftur nr. 1

Aftur hesa vikuna liggur The Dreams sum nr. 1 á 15 teimum bestu við nýggja lagi teirra ?Verden vil bedrages?. ?Verden vil bedrages? er onnur stakfløgan hjá bólkinum av nýggju fløguni ?Den nye by?, har bólkurin syngur á donskum. Í seinastuni hevur føroyski hittbólkurin gjørt nógv um seg í Føroyum og í Danmark; eftir at teir tóku lut í donsku Melodi Grand Prix kappingini, hava teir megna at liggja sum nr. 1 fleiri vikur á rað bæði á føroysku 15 teimum bestu hittlistanum umframt á donsku Boogielistanum.

 

Michael Jackson hevur flutt seg heili 13 pláss upp til 2. plássið hesa vikuna við lagnum ?The Girl is Mine?, meðan One Republic liggur á 3. plássinum við ?Stop and Stare?.

 

Nýggju løgini á listanum hesa vikuna eru:

Passtime Poets við ?Venice is Dead? (á 4. plássi),

Mary J. Blige feat. Lil Wayne við ?Just Fine? (á 13. plássi) og

Mariah Carey feat The-Dream við ?Touch my Body? (á 15 plássi).