Verður verri at fáa bilin út í Kalsoy

Jósup skal røkja siglingina út í Kalsoy. Nólsoyingar missa ein túr fríggjadagar.

Sam fer á beding 29. oktober og til uml. 16. november. Jósup røkir siglingina á kalsoyarleiðini og Ternan ger farmatúrar.

 

 Jósup fer at sigla eftir galdandi ferðaætlan á leið 56: Klaksvík – Syðradalur, men mánadag og fríggjadag fer Ternan at sigla farmatúr av Klaksvík kl 11 og av Syðradali kl 13.

 

Hetta ávirkar sum vera man eisini busskoyringina í oynni, men meðan Jósup røkir siglingina á kalsoyarleiðini, koyrir bussleiðin í Kalsoynni til og frá øllum túrunum hjá Jósupi. Ferðaætlanin sæst á heimasíðuni hjá Strandferðsluni.

 

At Ternan skal sigla farmatúrar ger, at nólsoyingar missa nakrar túrar. Mánadag kemur Jósup gaman í suður at sigla av Havnini klokkan 12.30 og úr Nólsoy kl 13, áðrenn hann fer norðuraftur og Ternan kemur suðuraftur.

 

Men túrarnir av Havnini fríggjadagar klokkan 9.30 og úr Nólsoy kl 10.30 detta burtur og verða ikki sigldir, boðar Strandferðslan frá.