Næmingar ganga í hesi løtu og fyrireika seg til sína endaligu próvtøku. Hetta er galdandi fyri fyrsta, annan og triðja flokk í øllum føroyskum studenta og HF skeiðum. Hesir somu næmingar vóru í fjør raktir av einum verkfalli, ið vardi nærum heilan mánað. Hetta verkfallið tók dirvið frá summum næmingum, og skrivaðu teir seg úr skúlanum, fyri antin at byrja aftur næsta árið, ella gevast heilt.
Teir, ið eftir vóru, tóku eina heldur ivasama próvtøku. Um úrslitið er rakt av hesum verkfalli, vita vit ikki, men tó vita vit at siga, at næmingur, ið hevur gingið í skúla í trý ár, hevur krav upp á fulla undirvísing, og ikki eina skerda undirvísing, sum fyrra hálvárið 1997/98 bar dám av. Tað, at næmingar fingu skerda undirvísing, vil siga, at pensaði var skorið niður, og tí er tað ivasamt, um hesir næmingar eru fult so væl útbúnir og førir fyri at taka eina hægri útbúgving ella bara blaka seg út í vinnulívið, sammett við aðrar.
Í skrivandi løtu situr Yrkisfelagið (felag læraranna á studentaskúlunum) í sáttmálaráðingum. Okkara fatan av hesum samráðingum higartil er, at útlit eru fyri einum verkfalli. Sum næmingar og næmingaráðslimir er tað viðkomandi at sláa fast, at vit ikki velja síðu í hesum máli; vit vilja bara hava okkara prógv rættstundis!
Nógvir næmingar hava longu søkt um pláss á útbúgvingarstovnum heima sum úti, og krevst hetta at vit fáa prógvini handað rættstundis. Føroyska skúlaverkið kann fáa ringt orð á seg, eftir at næmingar, sum eru upptiknir á hægri lærustovnar, verða noyddir at draga í land aftur, av teirri orsøk, at næmingur ikki hevur lokið sína útbúgving til tíðina, og ikki hevur fullført ásett pensa.
Ætlanin við hesum skrivi er at vísa á, at um vit fáa eitt verkfall í ár, so verður hetta triða verkfallið upp á slag í fýra ár. Næmingarnir kenna seg nú sum lýs millum tvær negl. Okkara ættarlið hevur verið hart rakt, og skulu vit bera okkara samfelag gjøgnum eitt møguligt fullveldi, krevur samfelagið útbúgvið fólk. Vit vóna, at hetta skriv kann seta nakrar tankar upp, og biða vit inniliga um, at vit kunnu fullføra okkara áður skerdu skúlagongd rættstundis og á frægasta hátt.
Við studentarkvøðu og vón um skynsemi
Næmingaráðið í Hoydølum
Gutti Winther
Hjálmar Dam
Rókur Jacobsen
Billa Sondum
Niklas Winther









