Køld og eitt sindur óstøðug luft streymar inn yvir Føroyar av útsynningi og suðri. Eitt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi fer í ein eystan og eitt brúgvalag haðani við regni kemur í kvøld inn yvir Føroyar av útsynningi. Frá mikudegnum og framyvir fara fleiri lágtrýst móti Íslandi av suðri og føra stundum til regn, ælaveður og vind her í Føroyum.
Veðrið í dag
Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, seinnapartin í støðum andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og stundum regn og hitin um 7 stig. Seinnapartin og í nátt klárar í, tó okkurt æl. Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 9 stig.
Mikudagin
Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, seinni út á dagin stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, og møguliga harðar hvirlur. Mest skýggjað og regn, men út á kvøldið klárar í, tó okkurt æl. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 10 stig.
Kristi Himmalfarðardagur
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s, møguliga harðar hvirlur. Út á dagin makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, men um náttina yvirhøvur skýggjað og møguliga regn eitt skifti. Hitin millum 6 og 10 stig.
Fríggjadagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s. At byrja við yvirhøvur skýggjað og turt, men seinni møguliga sól. Hitin millum 5 og 10 stig.
Leygardagin
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi og eystri, 5 til 10 m/s. Eitt skifti møguliga regn, annars samdrigið og okkurt æl. Hitin millum 5 og 8 stig.
Sunnudagin
Lot til andøvsgul av landsynningi og eystri, 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og regn í støðum. Hitin um 10 stig.